Rúni Sundberg Patursson

Føddur 01 apríl 1983 í Havn.

Uppvaksin í Hoyvík í dag búsitandi í Havn.

Sonur Karl og Eyð Patursson búsitandi í Hoyvík

Unnusta er Joan Kjelnæs, og saman eiga tey trý børn. Rebekka (2005), Sandra (2007)og Eva (2011)

Hevur lokið HH prógv frá Føroya Handilsskúla í 2004.

Fór síðan í læru sum skrivstovufólk hjá P/F Poul Michelsen Heilsølu og bleiv útlærdur í 2006

Rúni helt fram hjá P/F Poul Michelsen eftir lokna lærutíð, sum sølufólk/sølusamkipari til og við 2010

Millum 2010 og 2012 starvaðist Rúni sum handilsleiðari hjá matvøruhandlinum PE á Heykavegnum 2 í Havn.

Í Juli 2012 var Rúni settur í starv sum søluleiðari innan Retail hjá P/F Poul Michelsen

Rúni er eisini partur av familju fyritøkuni Sp/F Maskinkoyring, har hann er nevndarformaður.

Í frítíðini er Rúni er sera virkin innan hundavenjing, har hann millum annað sjálvur er virkin hundavenjari, kappinga dómari og næstformaður hjá áhugafelagnum Føroya Civila Hundaførarafelag – FCH.

Bíligar íbúðir í Tórshavn

2012-10-17 03:27

 Vit hoyra fer eftir  fer um teir høgu húsaprísirnir í Tórshavnar Kommunu. Barnafamiljur, stakir uppihaldarar og eldri, ið frammanundan eru strongd fíggjarliga, hava sera ilt við at ogna sær bústað í kommununi. Fylgjan av hesum er, at hesin bólkur hyggur uttanfyri kommununa eftir bústaðar møguleikum. Somuleiðis eru tað fleiri ið taka av møguleikanum, at flyta uttanlands.

Eg vil arbeiða fyri alternativum bústaðar møguleikum í  kommununi.  Bygging av lutaíbúðum og leiguíbúðum skal raðfestast høgt! Hugsi ofta um eldri fólki ið sita við einum stórum sethúsum, ungu mammuna ið býr i einari kjallaraíbúð við stórum leigukostnaðin og útisetan ið hevur hug til, at flyta heimaftur.

Kommunan skal lata grundstykki til eigarafelagið, hetta til minst møguligan kostnað. Hetta virkar somuleiðis sum eitt innskot av eginpeningi til eigarafelagi, soleiðis kann íbúðarkostnaðurin haldast niðri. Økini eru longu løgd av til hetta endamál, lati okkum koma ígongd nú!

Við hesum kunnu vit bjóða barnafamiljum, støkum uppihaldarum, eldri og fólki við serligum tørvi ein alternativan bústaðarmøguleika. Ein møguleika tey eisini kunnu rúma fíggjarliga. Við hesum blívur tað somuleiðis meira áhugavert hjá okkara útisetum, at flyta heim aftur til Føroyar. Tað er tørvur á annarleiðis bústaðarmøguleikum, enn dýrar kjallaraíbúðir og kostnaðarmikil sethús.

Tórshavn, ein framsøkin høvuðsstaður.

Rúni Sundberg Patursson, valevni á listanum hjá Framsókn

Stutt og greið hjartamál.