BÍBLIU- OG TÓNLEIKAFERÐ VIÐ NORRØNU - hugnaligt og spennandi

2019-05-04 18:08

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul johan djurhuuS - gjaranes@gmail.com

SKRIVAÐ: pjd, Glyvrar 01.05.2019

Tú kanst eisini hoyra innslagið í Kristiloigu Tíðindasendingini á R7.fo

MYND: Frá Bíbliu- og Tónleikaferðini 2013

___________________________________________________________________________________________

BÍBLIU- OG TÓNLEIKAFERÐ VIÐ NORRØNU

- hugnaligt og avslappandi

Einaferð enn minna vit á Bíbliu- og Tónleikaferðina við Norrønu millum Havnina og Hirtshals í døgunum 18 – 21. august. Farið verður av Havnini sunnukvødið 18. august kl.23:30 og komið verður aftur á Havnina mikukvøldið 21. august kl.17:30

Komið verður til Hirtshals týsmorgunin kl.09:30 og farið verður úr Hirtshals kl.11:30 Fólkið fær tveir tímar í landi, har høvið verður at vitja hugnaligu gongu- og handilsgøtuna í Hirtshals. Ókeypis bussflutningur aftur og fram verður framvegaður millum Norrønu og gongugøtuna. Føroyska samkomuhúsið Malta liggur beint við gongugøtuna, har fólkið í ferðalagnum eru vælkomin til ein ókeypis drekkamunn og heilsa upp á vertshjúnini Annu og Hans Djurhuus, sum hava húsast og virkað á Malta í 8 ár.

BÍBLIUTÍMAR, FYRILESTRAR OG SANGLØTUR: Undir ferðini verða bíbliutímar og sangløtur. Millum tónleikararnar verður MC Restorff, Jóannes S. Hansen og Dia Hvannastein. Teir, sum koma at hava bíbliutímar vera Páll á Lakjuni og Hjørleif Vang. Fyrilestrar verða eisini á ferðini, har Mortan Johannesen, skipari, Jógvan við Keldu og Jógvan á Lakjuni koma at luttaka.

Ferðin kostar 1.695,00 krónur. Við í prísinum er morgunmaturin hvønn morgun, og allar kvøldbúfféirnar. Tilmelding er byrja, sum fer fram á Smyril Line tlf: 345900 ella booking@smyrilline.fo Eisini kann tilmelding fara fram á heimasíðuni: smyrilline.fo

Longu nú eru tað millum 25 og 35 fólk, ið hava melda luttøku.

Um ein ynskir at vita meir um ferðina, kann ein seta seg í samband við samskipararnar Martin Dam Joensen tlf: 235920 ella Poul Jóhan Djurhuus tlf: 22831