BÍBLIU- OG TÓNLEIKAFERÐ - 10unda ferðin við Norrønu!

2020-09-07 07:39

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - gjaranes@gmail.com- Tlf: +298 228314

Skrivað: pjd, Glyvrar 21.08.2020

MYND: Frá túrinum í ár - Svein, Eyðun og MC tónleikarar undir ferðini

___________________________________________________________________________________

BÍBLIU- OG TÓNLEIKAFERÐ - 10unda ferðin við Norrønu!

Samskipararnir av Bíbliu- og Tónleikaferðini við Norrønu 16 – 19 august siga, at hon var væleydnað í allar mátar. Nakað av óvissu var, áðrenn endalig avgerð varð tikin, orsaka korona. Tá tað varð avgjørt at gjøgnumføra Bíbliu- og Tónleikaferð nr. 10, tí korona var niðurgangandi, kom ferð á tilmeldingarnar.

Farið var av Havnini sunnukvøldið 16. august kl.23:30 og komið var aftur á Havnina mikukvøldið 19. august kl. 17:30. Tað var stilli í sjónum báðar vegir, og ferðafólkið kundi njóta sólina á sóldekkinum.

Ein myndafaldari við upplýsingum og skrá var býttur út til luttakararnar. Bæði bíbliutímar, fyrilestrar og sangløtur vóru á skránni. Tað vóru Rógvi Joensen úr Klaksvík og Jógvan Páll Sevdal úr Leirvík, sum høvdu bíbliutímar, meðan MC Restorff, Svein í Prestgarði og Eyðun Jacobsen stóðu fyri tónleikinum. Tað varð lýst í hátalarakervinum umborð, tá sangløturnar vóru, og tí vóru Nausthølini fullsett, tí nógv av ferðafólkunum, sum annars vóru við Norrønu, løgdust afturat tilmeldaðu luttakarunum.

GOSPEL-KONSERT: Hetta var 10unda Bíbliu- og Tónleikaferðin við Norrønu, og tí skipaðu tónleikararnir fyri jubileums Gospel-Konsert umborð, sum var longu mánakvøldið kl.20:30 inni á Naust. Samskipararnir siga, at hetta var ein sera væleydnað Gospel-Konsert, har ikki færri enn 20 sangframførslur vóru á skránni fyri fullsettum høli. Konsertin var í hálvan triðja tíma.

EVNIR: Evnini á bíbliutímunum vóru Rómbrævið kapitlarinir 5 og 6, og lív Paulusar undan og eftir hansara umvending. Svein í Prestgarði hevði fyrilestur um sítt lív í rúsdrekka og uttan rúsdrekka, og MC Restorff hevði fyrilestur um missiónsarbeiði við Juvél II í Grønlandi.

MALTA: Norrøna lá í Hirtshals í tveir tímar, og bussur koyrdi fólkið niðan í gongugøtuna. Tað vóru 26 hitastig í Hirtshals hendan dagin, og í góðveðrinum høvdu fyristøðuhjúnini á Malta, Anna og Hans Djurhuus, skipað fyri, at tað varð borðreitt við drekka á parkeringsøkinum hjá Malta, sum liggur beint inn frá gongugøtuni, har ferðalagið varð boðið vælkomið. Tað varð ikki farið inn á Malta vegna korona.

COVID19: Tað óvanliga við hesi ferðini var, at allur hópurin skuldi koronapodast áðrenn farið var umborð í Hirtshals, men hetta gekk bæði skjótt og væl. Umborð gingu øll við munnbindi, og serliga neyðugt var tað inni í bufféini. Um onkur hevði tikið munnbindið frá, fekk viðkomandi eina áminning frá einum av tænarunum. Hetta var tó ikki galdandi meðan sitið var við borðini. Tað vóru nøkur, sum kendi seg trongan av munnbindinum.

Ferðin kostaði 1.995 krónur, tá vóru allar máltíðir íroknaðar.

Samskipararnir siga, at gongur sum ætlað, so verður skipað fyri eini Bíbliu- og Tónleikaferð aftur í komandi ári, men vónandi uttan Korona og Covid19.