Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

BETRI SAMSKIFTI VIÐ BORGARAN!

2020-11-10 01:32

Skal tryggja burðardyggar avgerðir og loysnir í býráðnum

Kommunuvalstríðið er um at vera av á hesum sinni. Nú fongurin er veiddur og valevnini nærkast landi, at fáa fongin til høldar, er vert at taka saman um nakað av tí, eg havi víst á í valstríðnum. Mítt hægsta ynski og dreymur er, at Tórshavnar kommuna skapar bestu møguleikar og umstøður fyri hvønn einstakan okkara at trívast og virka í gerandisdegnum, so vit kunnu taka lut og hava ávirkan. Hjartamál míni eru hesi:

  • Økini, bygdirnar og býlingarnir í kommununi skulu takast enn meira við upp í arbeiðið hjá býráðnum, við enn betri staðbundnari umboðan.
  • Kunningin til allar borgarar skal styrkjast, so at samskiftið og samstarvið verður betri millum fyrisiting og borgara. Hugsað verður serliga um at styrkja samskiftið og kunningina til okkara útlendsku borgarar.
  • Kommunan skal orða ein førleikapolitikk fyri øll starvspláss og starvsfólk hjá kommununi, sum hevur til endamáls at varpa ljós á førleikatørvin.
  • Starvsfólkini í eldrarøktini verða førleikament og sett í fulltíðarstarv.
  • Farið verður miðvíst til verka at menna Havnina sum lestrar- og universitetsbý, við t.d. at fáa sett ferð á kampurætlanina hjá Fróðskaparsetrinum.
  • “Mentanarleypur” til listafólk og høvundar at søkja stuðul til framførslur og tiltøk fyri tey vaksnu og eldru fólkini í kommununi, eitt nú konsertir, fyrilestrar o.a.
  • Kommunan orðar ein bústaðarpolitikk, har fremsta málið er, at allir borgarar skulu hava ein tryggan bústað. Í samsvari við hetta verða bygdar 200 lestrar- og lutaíbúðir í miðbýnum og nærindis miðbýnum.
  • Í samsvari við bústaðar- og trivnaðarpolitikkin í kommununi verður rætturin til heimafrið staðfestur og virdur. Tórshavnar havn verður umhvørvisgóðkend og skip við bryggju skulu nýta streym úr landi.
  • Betri felagsferðsla millum Steinatún og ymisku økini í kommununi skal vera við til at minka um ferðslutrýstið í miðbýnum í Havn.
  • Øll orkunýtslan hjá kommununi skal vera frá varandi orku í 2030.
Fyri at fáa hesi mál framd í verki, má eg fáa tín stuðul á valinum í dag. Fái eg henda stuðul, skal mín lutur ikki liggja eftir.

X við John Dalsgarð á lista E

Sí meira um míni hjartamál á https://tanndeiligahavn.fo