Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Betri kann gera tað betri – tí stilli eg upp til Umboðsráðið hjá Betri

2022-09-14 07:01

Eg haldi, at fremsta samfelagsábyrgd Betri samtakið kann taka nú, er at taka allan okkara pening úr olju-, gass- og kolvinnu. Tað kann ikki vera rætt, at íløgur, sum Betri ger okkara vegna skal máa grundarlagið undir lívinum hjá komandi ættarliðum!

HVAT?

Umboðsráðið hjá Betri er ovasti myndugleiki hjá Betri samtakinum, og er mannað av viðskiftafólkum.

Annaðhvørt ár er umboðsráðsval, og nú skulu fólk veljast inn til at umboða tað breiðu fjøldina av tryggingartakarum. Eg vil biðja um tína atkvøðu fyri at arbeiða fyri einum greiðum endamáli – at Betri skal taka okkara pening úr kolvetnisvinnuni og blíva eitt grønt samtak.

HVUSSU?

Øll, sum eiga eina trygging hjá Betri, fáa eina atkvøðu, virkir og stovnar, sum hava nógvar tryggingar, kunnu hava upp til 10 atkvøður til Umboðsráðið.

Valið er til og við 28. september. Øll viðskiftafólk hjá Betri fáa atkvøðuseðil við postinum. Til ber at greiða atkvøðu umvegis netið ella við brævi.

HVÍ?

Veðurlagskreppan er ein tann størsta avbjóðingin, sum alheimssamfelagið stendur í. Fyri fyrstu ferð nakrantíð listar Global Risk Report umhvørvistrupulleikar sum top 5 hóttanir ímóti samfelagsstabiliteti.

Í Føroyum hendir ov lítið á politiska pallinum, og vit hava ikki tíð at spilla. Okkara vinna noyðist at taka størri ábyrgd, og Betri sum eitt tað størsta peningasamtakið eigur at vísa nógv størri samfelagsatlit.

ÁBYRGDARFULL FRAMTÍÐ

Divestment ella avinvestering merkir í stuttum, at mann tekur sín pening úr ávísum fyritøkum, sum mann ikki ynskir at stuðla, so sum olju, vápnaframleiðslu, tubbakk, og fyritøkum, ið ikki virða mannarættindi.

Við at leggja trýst á hesi feløg, kunnu vit minka um virði á tílíkum íløgum, og vit gera hesi vinnufeløg varug við, at tey mugu leggja um og broyta teirra handilsmodell.

HVAT EG VIL ARBEIÐA FYRI

Betri skal vísa veruligt samfelagsatlit

Betri skal gera tað gjørligt hjá sínum viðskiftafólkum at velja íløgur í kolvetni frá

Betri skal taka øll síni partabrøv og skuldarbrøv úr kolvetnisvinnuni

Betri skal gera eina ætlan fyri at minka CO 2 útlátið niður í 0 í 2030

Betri skal gerast partur av loysnini og ikki trupuleikanum

Eg stilli ikki upp fyri at innkassera nakra feita fundarsamsýning – eg lati alla upphæddina (aftaná skattur er goldin) víðari til “Veðurlagslóg nú!” átakið hjá FNU, um eg sleppi inn.

Sjúrður Hammer