Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Beinleiðis val til SEV nevndina

2020-05-11 12:19

Eitt evni sum javnan er uppi og vendir er er hvussu elprísurin tyngir um hjá vinnulívinum, men so sanniliga eisini hjá húsarhaldunum. Hettar var eisini heitt evni undir valstríðnum, serliga teir báðir borgarligu flokkarnir (Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin) vóru jaligir yvirfyri eini sonevndari liberalisering, sum skuldi minna um tað donsku skipanina, soleiðis at fleiri framleiðarar fáa víðkaða atgongd til verandi netútbúna.

Tað var ikki fari í smálutir hesum viðvíkjandi, og man sat við kensluni av at her var talan um uttanatlæru, har valevnini høvdu fingið “tekstin at vita, og skuldu so framføra hann sum best”, hettar gekst somikið væl at eingin spurningur var settur, fleiri mundu eisini vera sum sóu fyri sær ein lækkandi elkostna.

Samgongulimir eru eisini byrjaðir at ótolnast og halda at Vinnumálaráðharrin dregur hettar ov nógv út. Framført er at ikki er neyðugt við nakrari kanning, tí hettar er kannað.

Havi leita eftir hesi kanning sum sipa er til, fann eina sum Dansk Energi hevur gjørt fyri Sev, (liggur tøk á SEV heimasíðuni) veit ikki um tað kann takast sum óheft, og møguliga er onkur onnur eisini gjørd sum tekur støði í øðrum leisti, men henda frágreiðingin tekur støði í tí danska leistinum.

Dansk Energi ger rættuliga greitt, at við tí framleiðsluni sum tann føroyski marknaðurin eftirspyr, við einum avskornum neti, er als eingin sparing í nakrari “liberalisering”, tann ágóðin sum møguliga skuldi komi burturúr øktari kapping, langt ífrá dekkar meirkostnaðin hettar viðførir, við øktari umsiting og íløgum. Frá t.d. føroyska oljumarknaðinum vita vit eisini at tveir útbjóðarar, eru ov fáir til at skapa kapping, eisini skal tað takast við, at elveiting ikki kann fráveljast, við 2030 málinum, verða vit enn meira bundin av júst elorku.

Sæð í ljósinum av ovurstóra týdninginum elveitingarøki hevur fyri okkum øll, er tað óskiljandi hvussu lítlan ans hettar fær, veit meg ikki um at hava hoyrt nakað valevni til kommunuval hava víst hesum áhuga, og er tað heldur ikki so einkult, sæð í ljósinum av at nevndin verður manna millum limir í øllum kommununum, t.v.s. at valevni sum t.d hevur agitera fyri t.d. betri eldraøki, bygdavegir, gøtuljós o.s.v. lættliga kann enda við at sita í hesum týdningamikla nevndarsessi, uttan at hava minsta áhuga, ella førleika fyri hesum, heldur ikki skal man verða blindur fyri tí lobbyismu ið hesi vælmeinandi fólk verða útsett fyri, og lættliga kunnu lata seg taka av fótum.

Best var um mann við komandi kommunuval velur nevndina fyri Sev (møguliga aðrar við, Fjarhitafelagið t.d.) við beinleiðis vali, soleiðis at tey sum hava áhuga fyri hesum, kunnu greiða frá sínum sjónarmiði, soleiðis at veljarin/brúkarin um ikki annað kennnir sjónarmiðini, hjá teimum valdu, á júst hesum økið. Alternativt kundi man beinleiðis valt brúkara umboð. Sikkurt er at tey sum ætla sær framm at hesum marknaðinum, eru væl og virðiliga skipaði, hava eina umsiting og áhugafelag (Vinnuhúsið) sum arbeiðir við teirra søk, at tað so eisini eru fólk í politisku skipanini, ið ókritiskt renna ørindir fyri hesi, ger ikki tørvin minni fyri at brúkarin verður vardur.

Eisini er tað undrunarvert at tað er so torført hjá SEV at fáa atgongd til lendi til sínar útbyggingar, tá tað er moguligt til øll møgulig onnur endamál. At jarðar eigari, enntá uppisitari av almennari jørð, beinleiðis ger avtalu við navngivi felag um útbygging, og seinkar verkætlanum í áravís, kann als ikki góðtakast, el útbygging má um nakað kunna metast sum alment gagnligt, við teimum fyrimunum sum harav fylgir. Eisini er stór menning v.v. flótandi vindmyllum, við minimalari ávirkan á umhvørvið, fuglalív v.m., hettar má eisini takast við tá talan verður um at víðka um aliøkir, so eftirfylgjandi tvístøður kunnu umgangast. Lógargrundarlagi og mannagongdir fyri framtíðar útbygging eigur at fáa nógv størri ans, so útbyggingar kunnu áfram, oljan er møguliga bílig í løtuni, tað verður hon kortini ikki altíð, tí mugu útbyggingar til.

Við bestu kvøðum
Magni D. Olsen