Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bátahylurin á Signabø eigur raðfesting

2020-09-12 20:15

Tey sum kenna til umstøðurnar í bátahylinum á Signabø, vita at her krevjast ábøtur sum munað. Hylurin hevur í alt ov langa tíð ligið uttan varðhugan frá mynduleikanum. Eg veit at tá kommunan vísur á bátapláss á Signabø, merkir móttakarin at hetta er ikki meira enn 3 ella 4 besta loysnin.

Eg havi samskift við fólk sum brúka bátahylin eina mest. Tað mest ítøkjuliga eg fái at vita er, at í 2001 ætlaði man at gera alla ábøtur innan stutta tíð. Eitt lítið arbeiði í bátahylinum á Argjum var um at verða liðugt og so átti okkara bátahylur tørn. Tað er ikki altíð líka langt frá 2001 og 2020 tíverri.

Sjálvur havi eg ikki innlitið hvussu farast skal fram, hetta hava vit eina heila umsiting við góðum fólkum at taka sær av.

Kommunan sýnist ofta ikki vilja kennast við hylin men bjóðar bátapláss í hylinum til borgarar. Eg haldi ikki at man kann bjóða pláss út uttan umstøðurnar fylgja við. Gjaldið er kanska ikki tað heilt stóra, men tað er eitt eykað gjald útyvir skattin. Møguleikarnir í hylinum eru fleirfaldaðir enn tað hann veitir í dag.
Kommunan gremur seg um væntandi bátapláss, her kunna fleiri pláss fáast til vega beinavegin. Her skal onki byggjast, men gerast liðugt!

Bátahylurin er her og eg haldi kommunan eigur at kennast við hann og tær ábøtur sum eru átroðkandi og fáa hetta sett upp at fáa avgreitt í nærmastu framtíð.

So tí sigi eg at bátahylurin í Signabø skal uppraðfestast.

 

Set X við Bergur R Dam Jensen á lista C til Tòrshavnar Býrað

Fylg mær á míni valsíðu á facebook – les greinar – sí myndir og LIVE innsløg – set spurningar

Síðan eitur Bergur Robert Dam Jensen í Tórshavnar Býráð 10 nov. 2020