Bátahavn og bátadráttur byggjast í Álakeri

2012-10-03 16:35

Bátaeigarar seta sín serstaka dám á havnaløgini. Teir hava uppiborið ein størri og betri bátadrátt til nógvu førini í høvuðsstaðnum. Kommunan eigu reisini at útvega hesum vaksandi áhugabólki fleiri bátapláss í Álakeri, sum kann gerast ein nýggj og hugnalig bátahavn

Í grannalondum okkara verða bátahavnirnar ofta virðismettar fyri tann serstaka dám hesi umhvørvi seta á býarmyndina.

Í okkara høvuðsstaði mitt í Norðuratlantshavinum er hetta umhvørvi ein náttúrugivin og sjálvsagdur partur av gerandisdegnum, og bátarnir niðri við havnaløgini seta sín serliga dám á okkarabý. Bátaeigarar skulu hava bestu umstøður at røkja síni áhugamál og harvið eisini tað livandi umhvørvið, sum teir skapar undan um seg.

Bátaumhvørvið er ein býarmynd, vit vaksa upp við, og ein mynd, sum festir seg í minnið hjá útlendskum ferðafólkum. Bátar og fólk eru ein frítíðarbólkur, sum hevur stóran týdning fyri høvuðsstaðin, og tá tey biðja um eitt sindur betri umstøður at virka undir, so er tað ikki alla verðina hesi ágrýtnu fólk vilja hava.

Høvuðsstaðurin eigur at hava ráð at gera nýggj bátapláss og ein stóran og nútímans bátadrátt í Álakeri. Aftur fyri fáa vit havnaborgarar enn eitt frístað at svala okkum á og leita okkum burtur frá dagsins meldri.

Umhendan ætlan skal setast í verk, so verður neyðugt at byggja ein brimgarð. Vit kunnu gera hetta í tveimum stigum, har vit fyrst útvega bátaeigarum ein bátadrátt beinanvegin, ið stórur tørvur er á. Teir skulu í verandi støðu leiga kranabilar fyri dýra pengar fyri at fáa sínar bátar upp á land um veturin ella til umvælingar.

Bátarnir fara illa, tá teir verða heysaðir, og Tórshavnar Býráð eigur at sleppa bátaeigarum undan hesum stríðnum við at byggja ein stóran og góðan bátadrátt í Álakeri. Næsta stig kann so verða brimgarðurin og bátaplássini, men best er, um vit megna at gera alt arbeiðið í einari verkætlan.

Eg arbeiði áhaldandi fyri hesum máli. Tað fær stóran týdning fyri býarmyndina og trivnaðin hjá nógvum borgarum í høvuðsstaðnum, um vit gera eina nýggja bátahavn í Álakeri.

Tú finnur meira frá mær á www.bogiandreasen.fo