Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Barnapsykiatriin má raðfestast hægri

2021-05-06 20:24

Barnapsykiatriin má raðfestast hægri

Tað var eitt stórt frambrot, tá ið vit fingu eina barnapsykiatriska dagdeild. Frammanundan hevði virksemiðí barnapsykiatriini í stóran mun verið útgreining av børnum, og tørvur var á at fáa sett í verk eitt viðgerðandi tilboð við møguleika fyri innlegging.

 
Dagdeildin hevur nú virkað í eina tíð. Lagt var upp til, at tað skuldi bera til at hava børn innløgd á deildini,um tørvur var á tí. Men virksemið er í høvusheitum í dagtímunum gerandisdagar.

 
Nú er áhugavert at vita hvussu deildin roynist, hvør tørvurin er, og um ætlaniner at víðka um virksemið við tí fyri eyga, at barnapsykiatriska deildin kann veita hjálp allar dagar í árinum, og alt samdøgrið.

 
Tí havi eg sett landsstýrismanninum nakrar spurningar um hetta.

 
1.Eru nakrar ítøkiligar ætlanir um at víðka barnapsykiatriska            
   dagtilboðið, og um so er, nær ?
2.Hvørjar eru royndirnar við dagdeildini ?
3.Hvussu nógv børn hava fingið viðgerð á dagdeildini ?
4.Hvussu stórur er viðgerðartørvurin, og hvør er tørvurin at víðka
um virksemið við kvøld-, náttar-og vikuskiftistænastu?