Barnakekkurin frá Fólkaflokkinum er IKKI bluff !

2012-10-22 00:01

Man verður ovfarin av at síggja, hvussu illa fleiri valevnir unna barnafamiljum í Havn ein barnakekk. Áhugavert – ja komiskt, at Javnaðar- og Tjóðveldissosialistar eru harðast ímóti, at hesin kekkur verður útgoldin barnafamiljum. 

Tey søgdu fyrr sítt høvudsmál vera at fjálga um tey, ið ikki høvdu so nógv at liva fyri. Her er vent ì holuni. Eg kann lítið ætla, hvussu súrt tað er at vera Javnaðar- ella Tjóðveldissosialistur til byráðsvalið, har Fólkaflokkurin sum einasti flokkur ynskir barnafamiljur heimaftur og tær, sum búgva her at trívast betur. Hetta er samhaldsfesti – sum vinstrahall siga seg ganga inn fyri. Eg skilji ikki kúvendina.

Fólkaflokkurin veit, at barnakekkur og hægri skattafríur botnfrádráttur krevja onkra lógarbroyting . Men úrslitini tala fyri seg, tá um vallyfti frá Fólkaflokkinum ræður. Fólkaflokkurin heldur tað, hann lovar.  Tað er meir, enn man kann siga um aðrar flokkar…

Nógv tos er um barnakekkin. Fyri at skera tað í papp – so eisini vinstrahall valevni skilja hetta, so er barnakekkurin frá Fólkaflokkurin til barnafamiljur IKKI ein 10.000 kr hækkan, men ein hækkan uppá 4.500 kr av verandi barnafrádrátti útgoldin kontant. Hetta hækkar verandi barnafrádrátt úr 5.500 kr upp í 10.000 kr. Ístadin fyri at trekkja hetta frá skattinum, verðaa hesar 10.000 kr. útgoldnar í reiðum peningi til allar barnafamiljur í kommununi. Ein familja við 4 børnum fær sostatt útgoldid 40.000 kr árliga! 

Las fyrradagin, hvat «Í menniskjum góður tokki» ætlar fátækum barnafamiljum, forsyrgjarum, og fólki við minni enn 60 kr um dagin at liva fyri. Harmiligt at lesa – og enn meiri syrgiligt, at fleiri enn 500 søkja hjálp fyri at halda jól!? Eru fátæk fólk enn í Føroyum – og kanska serliga í Havn? Felagið «Í menniskjum góður tokki» skal eiga rós og heiður fyri teirra virksemi. Gott, at vit enn hava eldsálir ìmillum okkum, ið vilja væl. 

Hevði ein mamma vid 3 børnum ikki havt gleði av einum barnakekki upp á 10.000 kr pr. barn ? 

Høvdu barnafamiljur – ofta fìggjarliga sperdar – ikki verið glaðar fyri 10.000 kr pr. barn ?

Høvdu tvey stríðandi foreldur ikki verið glad fyri 10.000 kr pr. barn ?

Høvdu ommur og abbar ikki verið glað, um teirra børn og barnabørn nú kundu eta heitar máltíðir ?

Man fær mangt slíkt í grannalondunum, og tískil er tað at flyta heimaftur ikki nóg freistandi. Tórshavnar kommuna kann - og eg haldi, hon SKAL virka fyri at fjálga umstødurnar hjá øllum borgarum. Hesin barnakekkurin á 10.000 kr pr. barn hevdi ført til, at fleiri høvdu flutt heimaftur, og at fleiri, ið ætla at rýma av landinum, høvdu ikki flutt. Vit kappast hóast alt við okkara grannalond um barnafamiljurnar. – Tær eru framtíð Føroya!

Minst til at velja Fólkaflokkin, um tú vilt barnafamiljunum og samfelagnum væl.


Heini Havn Magnussen