Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Barnagjald til Almannaverkið

2021-04-20 18:27

 Er tað rætt at krevja barnagjald fyri børn sum eru sett heiman? Lógliga hevur almannaverkið heimild at søkja um barnagjald, men hevur henda heimild ongantíð verið brúkt. Henda lóg (lov om børns retsstilling, sum familjufyrisitingin vísur til) hevur verið í gildið síðan 1960, og nú vit skriva 2021, hevur almannaverkið gjørt dalt av hesi lóg og krevur barnagjald frá foreldrum, sum hava børn sett á stovn. Foreldur hava sjálvandi uppihaldsskyldu, men hava foreldrini ikki verið nokk ígjøgnum tá børnini blíva tvangsfjernaði? Flestu foreldur skulu taka sær frí frá arbeiði fyri at hava samveru og fáa ikki eitt oyra fyri mista inntøku ella fyri aðrar útreiðslur í samband við samveru. Foreldur hava mist arbeiði ella eru um at missa arbeiði, tá hesi foreldur av somu orsøk, blíva ein óstabil arbeiðskraft, sum arbeiðsgevarin ikki kann góðtaka. Skulu foreldur bara fáa byrðu oman á byrðu, tí barnaverndartænastan ikki er villig at hjálpa?

Almannaverkið manglar pening og má sjálvandi royna at finna pening onkursvegna. Alt ger mun so barnagjald fyri 25 børn ger eisini mun. Nógv av hesum børnum síggja ikki út til at eiga nakran góðan eftir tey eru flutt á stovn. Klæðini eru ov lítil, illa farin og skógvar, sum eru í lasum. Klæðini kunna eisini verða keypt í eyndurnýtslu handlum, ikki tí tey ikki eru góð nokk, men børnini blíva happa tí tey ikki eru líka sum hini. Tá barnið býr heima, koma hesi ting undir umsorganarsvik, men eftir øllum at døma, er hetta ikki umsorganarsvik tá barnið er sett heiman.

Tá barnið manglar eitthvørt, verða foreldur biðin at gjalda ein part. Hava foreldur so rætt til at siga nei tá tey gjalda barnagjald? Barnaverndartænastan upplýsur annars, tá barnaverndartænastan hevur umsorganaryvirtikið barnið so eiga tey allar útreiðslur.

Ein lóg sum hevur verið í gildið síðan 1960, (61 ár) uttan at verða brúkt, kann hon so setast í verk nú?

Verður hetta barnagjaldið oyramerkt til barnið? Ella fer tað í stóra pott?

- Familjuhjálpin