Býráðsvalevni í Havn

Tá ið barnafamiljurnar hava tað gott, hevur Havnin tað gott. Og tá ið Havnin hevur tað gott, hava barnafamiljurnar tað gott.

Barnafamiljurnar skulu hava fleiri skrelliposar

2020-10-18 08:54

Barnafamiljurnar mangla í heilum skrelliposar. Tær mangla skrelliposar til blæur, til tómar mjólkarpakkar og nógv annað.

Hetta er skjótt og lætt at loysa.

Og hetta fari eg at loysa beinanvegin, fái eg undirtøku frá tær og øðrum til býráðsvalið.

Havnin hevur ráð til at lata barnafamiljunum fleiri skrelliposar. Ítøkiliga skulu familjur við børnum fáa eina rullu 3 ferðir um árið og ikki bara 2 ferðir um árið, sum tað er nú.

Hetta er einfalt at loysa og skapar trivnað fyri barnafamiljurnar. Skrelliposar er ein grundtænasta hjá kommununi til okkum borgarar, sum skal vera í lagi.

Tá ið barnafamiljurnar hava tað gott, hevur Havnin tað gott. Og tá ið Havnin hevur tað gott, hava barnafamiljurnar tað gott.

Høgni S. Reistrup

Býráðsvalevni í Havn