Barna og ungdómspolitikkur.

2012-11-07 03:50

Eg havi tikið av at stilla upp til kommunuvalið fyri Eysturkommunu, míni hjartamál eru, at gera mína ávirkan á, at seta í fokus ein barna- og ungdómspolitikk.

Vitandi, at vit tey seinastu árini hava fingið góðar karmar bæði á skúla- og dagstovnaøkinum, tó írestar at fáa okkara egnu hølir til frítíðarskúlan.

Børnini og tey ungu er framtíðin.

Tað hevur stóran týðning, at vit framhaldandi varveita og áhaldandi menna hesar karmar.

Tað hevur sanniliga stóran týdning, at starvsfólk á okkara dagstovnum fáa bestu korini at arbeiða undir, hesi starvsfólk hava eina sera stóra ábyrgd, nevniliga at menna, menta, geva umsorgan osv. hvønn dag alt árið ígjøgnum.

Táið eg nevni, at menna okkara karmar, síggji eg fyri mær at vit eisini gera karmarnar soleiðis, at vit hava møguleika at víðkað tilboðið til børn og ung.

Vit eiga at viðkað frítíðarskúlatilboðið til eisini at fevna um 3. flokk og størri børn um tørvur er á hesum, eisini eiga vit at lata frítìðarskúlabørnini hava møguleika at verða skipaðari ansing táið skúlin er stongdur.

Hetta sigi eg tí eg veit, at ikki øll foreldur hava møguleikað at fáa síni børn í tryggar karmar táið t.d. feriur eru.

Tað eru ikki øll sum hava familju ella eina ommu at fara. Tey hava brúk fyri hesum.

Tað er so mangt vit kunnu koma út fyri í lívinum, støður vit ikki eru harrar yvir. tað kann verða sjúka, deyði, hjúnaskilnaður osfr.

Tá er stovnurin har barnið er vant at verða, tað nærmasta hjá barninum at lena seg upp at.

Tørvur er á at seta í verk og samskipað tilboð til børn og ung.

Hallbjørg Eliassen

Valevnið hjá javnaðarflokkinum