Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bara ikki pensjónistar

2020-03-24 06:53

Jú, øll á arbeiðsmarknaðinum skullu fáa úr hjálparpakkanum, bara ikki tey yvir 67.

Sonja Jógvansdóttir segði, at eingin kundi liva av 17.000 kr. men er túyvir 67, skal tú klára teg við 8.000 kr.

Nú eru ikki øll, sum eru yvir 67 sum fáa eina góða eftirløn, langt ífrá.

Tað eru nógv yvir 67 sum mugu arbeiða 10-15 tím um vikuna, og meir enn tað, fyri at fáa endarnar at røkka, og har eru pensjónistarnir mangan álitiisfólk.

Hví verður bara hálvur sanleikin sagdur, er hetta so, so er spurningurin, um man kan føla seg sum part av hesum samfelag.

Ella tað er kanska ein misskiljing, teir ráandi kunnu eisini gloyma.

Nei, her má reimin nokk takast tvey hol inn aftrat.

Árni Nygaard