Avmarkaður marknaður – listin fyri C

2019-06-02 12:09

Hvørjum skulu vit so stríðast fyri , skal Winston Churchill hava svarað, tá ið hann varð spurdur um at skerja játtanina til list fyri at hava fleiri pengar til krígsførslu.

Góð list kennir ikki til landamørk, og vit hava seinastu árini sæð nógv dømi um, at okkara listfólk ikki smæðast burtur, um tey fáa møguleikan at royna seg uttanfyri okkara landoddar. Tónleikur, sjónleikur, myndlist og ritverk – á øllum hesum økjum hava vit fleiri fólk, sum hava megnað at gera seg galdandi úti í heimi, tá tey hava fingið møguleikan.

At røkka út í heim og at koma inn á útlendskar marknaðir krevur hart og miðvíst arbeiði, tað sama um talan er um fisk ella málningar. Og fyri tey flestu av okkara listafólkum er tað serliga krevjandi at skapa tey røttu sambondini í øðrum londum. Hjá teimum er ikki hugsingur um at seta sølufólk ella marknaðardeild á stovn, tí teirra inntøka er so lítil.

Føroyski marknaðurin er avmarkaður, eisini fyri listafólk, og tí er tað týdningarmikið at skapa betri umstøður, so at allar listagreinir fáa betri møguleika at koma út í ta stóru verð at vísa, hvat tey duga.

Ein fólkatingssessur kann eisini brúkast til at skapa tey røttu sambondini millum føroyska listaumhvørvið og útlandið og lata dyr upp, so at okkara dugnaligu listafólk fáa betri møguleika at røkka útlendskum marknaðum, bæði í danska ríkinum og um allan heim.

Hesum fari eg at arbeiða fyri, um eg fái møguleikan at royna meg á fólkatingi.

Kristianna Winther Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið 2019