Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Avgjaldsvillskógurin Føroyar við at knúsa føroysku ferðavinnuna

2019-05-28 16:27

Føroyingar hava altíð kunnað gingið í fjøllunum, uttan at gjalda, hetta er okkara siðsøguligi rættur og skal framhaldandi vera tað, alt annað kann ikki góðtakast.

Seinastu vikurnar hava vit í Føroyum fingið fleiri avgjøld fyri gongu í fjøllunum, her og nú og uttan ávaring.

Avleiðingin er at føroyskir ferðavinnuaktørar fáa ónøgdar kundar og mugu skriva út eykarokningar ella í ringasta føri missa inntøkur, tí ferðin er bíløgd og goldin fyri upp til einum ári síðani.

Skil meg rætt, sjálvandi skulu vit gjalda eigarum fyri at ganga á teirra ogn við ferðafólki, um vit taka pengar frá útlendskum ferðafólki, fyri at ganga á teirra jørð. Men gev vinnuni møguleika at fyrireika seg uppá hetta, soleiðis at hon ikki fær ónøgdar kundar og skal skriva eykarokningar.

 Hugsið tykkum, um man gjørdi tað sama, tá vit fara til Spania. Tú fert á strondina, tí tú vil svimja á sjónum. Ferðin er goldin og keypt úr Føroyum fyri t.d. hálvum ári síðani, men nú tú kemur á sandin, stendur ein spanióli og sigur, at tú sleppur ikki útí sjógvin ella oman á sandin, fyrr enn tú hevur goldið 200 ,- kr. Hvussu hevði tú reagerað?

Ella um t.d. tilfeingisgjaldið til fiskivinnuna brádliga hækkaði 20% frá degi til dags. Fiskurin var seldur og sáttmáli gjørdur, men nú hækkar gjaldið frá degi til dags? Hetta er júst tað, sum man ger við føroysku ferðavinnuna beint nú.


Bøta um felags samferðslumøguleikar
Politikkararnir hava sovið í tímanum seinastu árini, tá tað kemur til ferðavinnuna. Hygg bara eitt nú eftir samferðsluni, har man als ikki hevur tikið atlit til økta ferðafólkatalið.

Hví hevur man ikki sett inn shuttle bussar til mest raktu støðini sum t.d. Saksun, Tjørnuvík, Gásadal og Gjógv? Hetta hevði skapt størv og samstundis givið inntøku lokalt. Eisini hevði tað avmarkað alla ferðsluna á smáu vegunum til lítlu bygdirnar kring landið. Hetta hevði bæði bøtt um fíggjarligu og fysisku  burðardygdina.

Bíleggingarskipan til Strandferðsluna
Tyrlan er full av útlendskum ferðafólkum, sum eitt nú flúgva til Mykines fyri einans 145,- kr. Ja einans 145,- kr. fyri 10 minuttir sightseeing við tyrluni, aðrastaðni kostar ein slíkur túrur vanliga 1500,- kr.

Hetta er við til at oyðileggja sosialu burðardygdina, tí nú sleppa tey, sum tyrlan var ætlað til, útoyggjafólk, ikki við tyrluni. Hon var sett inn, fyri at tey hava samferðslumøguleikar alt árið, fíggjað yvir skattin.

Um SSL og Atlantic Airways høvdu eina bíleggingarskipan, har man gjørdi mun á føroyingum og útlendingum, kundi hetta lættliga verið loyst. 1500,- fyri útlendingar, um teir flúgva við tyrluni, vit føroyingar gjalda munin yvir skattin.

Eg gleðist um, at man nú í Kalsoynni nú hevur sett ein slíkan shuttle bus inn, so lokalu íbugvarnir har, nú kunnu fáa sín bil við til Kalsoynna.

 

Gonga í fjøllum - Gjald í lagi – men ferðaleiðari skal fylgja við
Um man ynskir at taka gjald fyri gongu uttanfyri almennu bygdagøturnar, so eigur eisini at vera krav um ferðaleiðara, tá man fer inn á privata jørð.

Ferðaleiðarin syrgir fyri, at ferðafólkini halda seg á gøtuni og fara væl um náttúru og djóralív.

Tað týdningarmikla er, at vit fáa eina eins skipan og eitt stað, har hetta verður stýrt, so vinnan veit, hvat hon hevur við at gera.

Kostnaðarvillinskógurin má vera meira einstáttaður eisini, ein túrur á 45 minuttir kann ikki kosta tað sama, sum ein túrur uppá 7 tímar.

 

Gjald verjir ikki náttúru – tað ger avmarking av ferðafólki
Um fysiska burðardygdin ikki er í lagi og lendið og djóralív ikki tola nógvu ferðsluna av ferðafólki, so er avmarking rætta amboðið at brúka. Hetta gera tey t.d. á Galapagos oyggjunum, har man má bíleggja ár frammanundan, fyri at sleppa út til oyggjarnar.

Mykines er eitt dømi um eitt sera sárbart lundaland, sum fleiri hundrað traðka ígjøgnum hvønn dag alt summarið og eitt gjald á kr. 100,- hjálpir ikki uppá hetta.

Her má man avmarka ferðafólkatalið, um man vil verja lunda og lendi.

Vit mugu eyðmerkja sárbærastu støðini í Føroyum,tá tað kemur til lendi og djóralív og so út frá hesum finna rætta amboðið at menna burðardygt.

 Sosiala burðardygdin og smáu bygdirnar í Føroyum
Eg føli við íbúgvunum í føroyska ”Golden circle”, Saksun, Tjørnuvík, Gjógv, Trøllanesi, Kirkjubø og Gásadali. Tey fáa hundraðtals ferðafólk til bygdina hvønn dag.


Her mugu lokalpolitikkarar í samstarvi við íbúgvarnar finna røttu loysnina so tað verður so liviligt sum gjørligt fyri íbúgvarnar. Um íbúgvarnir eru illviljaðir mótvegis ferðafólkunum, fáa ferðafólkini ikki eitt gott upplivilsi.

Samstarv er vegurin fram
Tað hevði verið gott, um øll ráðini saman við Strandferðsluni, Visifaroeislands, kommunufelagnum, bóndafelagnum og ferðavinnufelagnum settu seg saman og funnu eina góða loysn uppá gjald o.a. og kunnaðu vinnuna um hetta, so vinnan veit, hvat hon hevur at halda seg til, áðrenn hon fer í gongd við at selja og marknaðarføra 2020.

Við ynski um felags uppbyggjandi stev, føroysku ferðavinnuni og føroyska búskapinum til frama.

 

Oda W. Andreasen