Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Ávaring Ávaring Ávaring

2021-11-10 09:31

Til Løgtingið, Landsstýrið, Løgfólk, Farsóttarnevnd og aðrar mynduleikar og ráðgevar innan coronahandfaring

Vandi er á ferð, um vit aftur senda okkara ungdóm í isolatión og taka teirra sosiala lív burtur.

Depressión og ótti er ein fjald pandemi, sum kastar seg yvir okkara ungdóm.

Sjálvmorð er alt meira vanligt, sum loysn.

Sjálvmedicinering er í vøkstri millum okkara ungdóm.

Skúlaaftran og aðrar óhepnar royndir at bøta um støðuna økjast.

Størsta orsøkin er mest hugsandi einsemi, einsemiskenslan og kenslan av meiningsloysi.

Góði løgmaður og øll tit sum valda

Tíðin er komin har neyðugt er fara frá einum 'einoygdum' sjónarvinkli, har bert fokus er á at verja sárbar móti corona.

Tíðin er komin til at fáa eitt víðsýn har onnur vandamál eisini koma inn í sjónaringin.

Hetta skrivið snýr seg um eitt vandamál, sum er serliga neyðugt at taka við inn í myndina: SÁLARHEILSUNA HJÁ OKKARA UNGDÓMI

Góða Landstýri og Løgfólk

Eg vildi ynskt at nøkur tilmæli verða gjørd har:

Ungdómurin fær ein felagsskap at virka í

Ungdómurin verður stuðlaður í síni menning sum sosial menniskju

Ungdómurin sær meining eisini fyri seg

Tíðin er komin har vit muga seta átøk í verk, sum minka um mest hóttandi farsóttina, ótta og depressión, sum herjar millum børn og ung.

Við hávirðing
Helgi Rasmussem
Cand. psych.
Specialist í organisasjónspsykologi