Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Átøk at bjarga føroyska rossinum

2021-10-27 11:35

Hevur politiski myndugleikin nakrar ætlanir um átøk at bjarga og varðveita føroyska rossið? Havi sett landsstýrismanninum í náttúruverndarmálum, Magnusi Rasmussen, fleiri spurningar um, hvat politiski myndugleikin kann og møguliga vil gera fyri at bøta uppá avbjóðandi støðuna hjá føroyska rossinum.

HAVA SKYLDU AT VERJA ROSSIÐ
Føroyar hava sambært ST-sáttmála bundið seg til at at verja lívfrøðiliga margfeldið. Føroyska rossið er eitt av gomlu serføroysku húsdýrasløgunum, og er fevnt av sáttmálanum.

Fyri nógvum árum síðani varð farið undir at varðveita føroyska rossið, sum var nærum útdeytt. Felagið Føroysk Ross vísir á, at vit í verandi løtu hava ein stovn á 94 ross av serføroyskum slag, tá fyl og geld ross eru íroknað. Umframt eini 500 útlendsk ross.

Støðan hjá føroyska rossinum er sera álvarsom. Ov fá fyl verða nú folað. Tað eru einans áleið 25 ryssur í burðardyggum aldri, og av hesum eru 7-10 ryssur, sum verða brúktar í aling. Sambært FAO skal stovnurin av aliryssum upp um 1000 ryssur fyri ikki at verða hóttur.

Neyðugt er at skipa eina effektiva aling, ið varðvetir genetiska fjølbroytnið og forðar fyri innannøring. Í 2018 vórðu 13 fyl av føroyska rossaslagnum folaði, sum var met, men árini eftir hetta 6-7 fyl árliga, og í 2022 væntast bert hitt eina fylið, ið er lægsta talið síðan 1990. Alarar tora ikki at seta við, tí vandin fyri ikki at sleppa av við fylini er ov stórur, kann lesast á ffr.fo.

Ein loysn á trupulleikanum er at fáa loyvi at útflyta føroysk ross, so til eisini ber at ala hesi uttanlands. Eitt nú í Danmark er eftirspurningur eftir føroyskum rossum. Í løtuni væntar lóggáva um at skráseta ross, og tí hevur eingin myndugleiki ella felag í Føroyum heimild til at vátta upplýsingarnar í rossapassum, vísir felagið á.

Ein lítil játtan er á fíggjarlógini til stuðul til at varðveita føroyska rossið, men pengarnir strekkja ikki langt, og eldsálir brúka tí nógvan pening úr egnum lumma, fyri at varðveita stovnin.

SPURNINGARNIR
Landsstýrismaðurin verður biðin at svara uppá hvat, ið krevst av lógarbroytingum fyri, at føroysk ross kunnu útflytast. Og fyri at føroysk ross kunnu verða skrásett á góðkendan hátt og ein myndugleiki ella felag fáa heimild at vátta upplýsingarnar í rossapassum. Síðani verður landsstýrismaðurin spurdur, hvørt hann ætlar at fáa hesa lóggávu gjørda – og nær. Og um hann ætlar at hækka játtanina til stuðul til at varðveita føroyska rossið og gera ein miðvísan alipolitikk fyri at tryggja framtíðina hjá føroyska rossastovninum.

Spurningarnir verða settir í sonevndum §52a fyrispurningi, ið verður svaraður skriftliga innan 10 yrkadagar.

Vónandi er politiskur vilji til at tryggja framtíðina hjá føroyska rossinum!

Bjørt Samuelsen