ATLANTIC MISSION - norðanfjørðs

2020-03-01 16:25

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus -

Tlf: 228314 - gjaranes@gmail.com

SKRIVAÐ: pjd, Glyvrar 22.02.2020

MYND: Juvél II í Nólsoy Missiónsferð 2014

____________________________________________________________________________________

ATLANTIC MISSION - norðanfjørðs

Tað er í ár tíggjunda missiónsferðin, hjá Atlantic Mission við Juvél II. Fyrsta ferðin varð gjørd í mai mánaða í 2011, tá farið var til Hetlands. Hesi nýggju árini, sum eru gingin síðani tá, hevur Atlantic Mission við Juvél II vitjað á mongum støðum í Norður Atlantshavi.

Í 2014 varð vitjað Sunnanfjørðs í Føroyum, har oyggjarnar Nólsoy, Hestoy, Sandoyggin og Suðuroyggin vóru vitjaðar. Nú eru 6 ár liðin síðani, og tað hevur leingi ligið í kortinum at gera eina vitjan Norðanfjørðs í Føroyum.

Avgerð er tikin í nevndini fyri Atlantic Mission at vitjað verður Norðanfjørðs í døgunum 21 apríl til 03 mai í ár. Bygdirnar, sum verða vitjaðar eru í hesi raðfylgju: Í Nólsoy, í Kaldbak, í Hósvík, í Kollafirði, í Miðvági, í Vestmanna, í Haldórsvík og á Eiði.

Faldarar verða sendir í hvørt hús, har kunnað verður um møtir, barnamøtir, vitjanir umborð og tíðirnar, tá skipið kemur í havn. Ætlanin er, sum hevur verið vanligt aðrastaðni, at hava almennar móttøkur, tá skipið kemur í havn, har borgarstjóri ella annar almennur persónur tekur ímóti.

Avtalur verða eisini gjørdar við skúlar og lærarar á øllum støðunum, har lærarar og næmingar verða bodnir umborð. Tá verður kunnað um arbeiði hjá skipinum og hjá Atlantic Mission.

Um ein ynskir at vita meira um tiltakið er ein vælkomin at seta seg í samband við Páll á Lakjuni tlf: 744404 og Ruth Gaardlykke 519090