At byggja sítt egna ein sjálvfylgja!

2012-10-17 14:38

Møguleikarnir hjá ungum familjum í Tórshavnar Kommunu at seta seg í búgv eru slettis ikki nøktandi. 

Higartil kunnu familjur í besta lagi ogna sær 200 fermetrar til byggilendi fyri hálva millión kr í Hoyvíkshaganum. 

Sjálvsagt er tað gott at búleikast í Hoyvíkshaganum, men tað er langt frá nøktandi, sum einasta møguleiki í kommununi.

Hesar avmarkandi umstøðurnar eru helst ein orsøk til fráflytingina úr kommununi.


Truplu umstøðurnar í Havn at seta føtur undir egið borð eru kvana verri í bygdunum í kommununi. Flestu ungu ella tilflytarar í bygdunum hava ongar møguleikar at byggja nýtt, ynskja tey tað. 

Her má vend koma í. Tað skal framyvir stykkjast út í allari kommununi, har tað er gjørligt hjá øllum sum ynskja tað, at ogna sær grundøki at byggja á. 


Grundøki til øll

Tí skal tað vera eitt aðalmál komandi býráðssetu, at kommunan tryggjar, at grundøki skulu vera tøk til øll sum ynskja tað í bygdunum í kommununi.


Í Kollafirði er nógv byggilendi, har útstykkingar kunnu gerast.

Burtursæð frá onkrari hendinga sethúsabygging, har einstaklingar hava átt initiativið, so hevur sitandi býráðsmeirluti í 8 ár ikki havt nakran líkinda bústaðarpolitikk fyri kollfirðingar.

Og úrslitið gevur seg sjálvt. Ungu barnafamiljurnar mugu flyta aðrastaðni, skulu tær hava tak yvir høvdið.


Við einum sterkum Fólkaflokki í komandi býráðsmeirlutanum, vil eg arbeiða fyri at tað aftur gerst møguligt at seta búgv í Kollafirði.


Vagnur Johannesen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin