Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Arrogansa, niðurgerð og reyp frá fíggjarmálaráðharranum

2021-02-07 20:23

Var í føðingardegi hjá ei nari av abbadøtrunum fríggjakvøldið, tá Dagur og Vika var á skrá, og tað var helst ikki bara eg, ið gjørdist skelkaður av atburðin um hjá okkara fíggjarmálaráðharra, tá hesin trein fram á skí ggjan.

Beint áðrenn tað høvdu tveir sera si ðiligir politikarar, nevnliga Aksel V . Johannesen , formaður Javnaðarfl oksins, og Høgni Hoyd aL , formaður Tjóðveldi s, gjørt viðmerkingar til avgerð ina hjá fíggjarmálaráðharran um um at samansjóða Landsbankan og Búskaparráðið, og avleiðingarnar , sum teir óttast kunnu standast av hesum.

Aftaná kemur so fíggjarmálaráðharrin , meira arrogantur enn nakrantíð, og við einari haturs merktari og niðurgerðandi viðmerking fær hann stemplað allan vinstravongin , írokna ð Aksel V. Johannesen og H øgna Hoydal , sum eina forsamling, ið bert hugsa r um at kráma til sín sjálvs. Og politikkur teirra hevði sambært fíggjarmálaráðharranum eittans endamál, at seta á stovn nevndir fyri á tann hátt at geva viðhalsfólku num politisk bein at gnaga.

Ja, hatrið til o kkum á vinstraveinginum lýstið so týðuliga av fíggjarmálaráðharranum, at ein øtaðist og gjørdist ikki sørt fjálturstungin ta løtuna frammanfyri sjónvarpsskíggjan um. Gud náði okkum , um hesin ultrahøgr avendi politikari n hevði verið formaður Fólkafloksins fyrst í nítiárunum.

Tá høvdu hjartamál Javnaðarfloksins, ALS og Samhaldsfasti , verið politiskt deyð í føðingini, og hesi fyri verkafjøldina so týðandi mál høvdu ongan sum helst møguleika havt at ver samtykt .við tí hugburði, sum núverandi formaður in í Fólkafl okkinum sýnir, hevði hann aldrin, og eg meini aldrin, gingið við til at stovnaseta eina einastu av hesum samhaldsføstu skipan um, sum so ofta hava bjargað okkum undan hóttafalli og hópfólkaflyting av landinum, tá tað av ymiskum orsøkum hevur leikað hart á búskaparliga. ALS hevur verið avgerðandi skipanin at lofta fólki, bæði støkum, pørum og barnafamiljum, tá arbeiðsloysi hevur gjørt um seg, og Samhaldsfasti hevur uttan nakra umsiting givið okkara pensionistum eitt gott ískoyti til fólkapensiónina.

Undanfarna samgonga , sum sambært fíggjarmálaráðharranum var mannað av pamparum , legði 1,5 milliard ir krónur á kistubotnin hjá landskassanum, men síðani hevur sitandi fíggjarmálaráðharri lagt tvær fíggjarlógir fram við fleiri hun drað milliónum krónum í halli og tískil drenað sama landskassa.

Sum ein rættur politis kur man ipulator ur royn ir hannn at broyta tann veruleika n, at hann eftir bert tveimun fíggjarlógum er dumpaður.

Nú skal hann so skarva eina hálva millión av eini ella aðrar i nevnd, fyri at gykla fyri veljar unum , at hann hevur politi ska styrki . Men talan er rætt og slætt um at spara upp á oyruni, meðan krónurnar í milliónatalið rull a út úr landskassanum. Samstundis er lagamanni hjá honum at ganga og klipp a snóra r, við hvørt tríggjar um dagin, fyri íløgum , sum føroyski skattaborgarin kanska skal hefta fyri.

Í 2010 fekk uppsjó varflotin eina risa upphædd orsaka ð av, at kvotan av makreli hækkaði munandi. Allir flokkar uttan ein vóru á einum máli um, at nú var tíðin komin , har alt fólkið átti at fáa sín part. Hetta skuldi gerast við at seta eitt tilfeingisgjald á inntøkurnar, sum stavaðu frá kvot uhækk ingini.

Men Fólkaflokkurin, ið eisini tá umsat fiskivinnumál , vildi ikki hoyra talan um hetta. Borga rliga loysuna rorðið er jú, at eingin skal rinda skatt, tí peningur in liggur best djúpt í lummunum hjá teimum ,annars hava best ráð at rinda skatt. Og tí lógu yvurskotsmilliardirnar eisini best í vinnuni, ljóðaði boðskapurin. Sjúk rahúsverki ð og aðrir partar av føroyska samfelagnum, sum tørvaðu pengar fyri at kunna bjóða sjálvsagdar vælferðartænastur, máttu ómøguligt fáa part av fólksins ogn.

Úrslitið av politiska stríðnum tá var , at Fólkafl okkurin segði samgongun a við Sambandsfl okkin og Javnaðarfl okkin upp.

Figgjarmálaráðharrin klippur ikki bara snórar, tí javnan leggur hann eisini myndir út at reypa sær av sínum persónligu avrik um. At tað ofta er talan um lántar fjarðar, tað tekur hann ikki so tungt. Sum her fyri , tá hann breggjaði sær av, at nú var klárt at byggja nýtt Sjóvinnustýri á Giljanesi. Ein verkætlan, sum undanfarna samgonga legði lunnar undir og eigur alla æruna av. Byggingin bleiv ikki framd seinasta samgonguskeið, tí tað dróg út hjá Vága Kommunu at útvega stykkið, sum byggjast skal á.

Hinvegin kenna øll vágafólk syndarligu søguna, tá J ørgen Niclasen sum landsstýrismaður fyrst í øldini fekk staðsett stovnin í Vágum. At hann gjørdi tað, skal hann sjálvsagt ikki lastast fyri, men í staðin fyri at byggja ein nýggjan , tíðarhóskandi bygning til stovnin beinanvegin tá, so var tað meira umráðandi at sæta onkrum av sínum við dýrum leigumáli. Men hvør var tað nú, sum tosaði um pampar í í Degi og Viku fríggjakvøldið?

Ein veljari hansara, sum eg og øll vágafólk hava og altíð hava havt stóra virðing fyri, á tti eina 70-80 ára gamla smiðju, ein betongkassa við berum veggum , sum í áravís hevði staðið tómur og kaldur. Bara hugsanin um at brúka milliónir av krónum upp á at innrætta ein sovor ðnan bygning til ein almenna n stovn at húsa nógvum starvsfólkum, tað var ørskapur.

Tað má sigast at vera eitt væl rakt skot í egnan fót at tosa um pamparí, og so muga minnast aftur á, tá ein sjálvur við beráddum huga og fyri at sæta sær og sínum veljarum brúkti milliónir av almennum krónum upp á ein bygning, sum skjótt vísti seg at vera óbrúkiligur og beinleiðis heilsuskaðiligur.

Nú stendur gamla smiðjan í Miðvági, sum fyri góðari hálvari øld síðani var eitt stórt og gott arbeiðspláss, ið eisini klakti hópin av dugnaligum maskinsmiðum í Vágum, sum ein misprýðiligur varði yvir hetta mislukkaða og korrumperaða projektið.

Tað kundi verið áhugavert at fingið eina samanteljing, sum vísti, hvat hetta ørvitisprojektið og avleiðingarnar av tí hava kostað føroysk u skattaborgar unum tilsamans.

Nú fíggjarmálaráðharrin er so grammur at tosa um pamparí, veit eg, at tað roknistykkið væl og virðiliga hevði váttað orðatakið, at spottarin kemur í spottarans stað.

Frank Davidsen