Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Armslongdin skal virðast

2020-12-10 06:58

LISA átalar staðiliga, at landsstýrisfólkið í uttanríkis- og mentamálum noktar filmsverkætlanini “Skúla Scam” stuðul úr stuðulsskipanini til film.

Átalað verður, at tað er sjálvt landsstýrisfólkið, ið noktar at lata stuðul til hesa ávísu filmsverkætlanina, “Skúla Scam”, tá stýrisbólkurin, ið er settur at meta um innlætnar umsóknir, hevur viðmælt, at stuðla júst hesari verkætlanini.

LISA er fyri og arbeiðir fyri, at armslongd verður hildin, tá stuðul verður latin til mentan og list og harvið eisini til film. Í stuðulsskipanini hjá Mentamálaráðnum eru nevndir settar til, at meta um innkomnar umsóknir. Í nevndirnar eru sett fólk, ið hava serligt innlit og vitan um listaøkini, sum hvør nevnd umsitur.

Hetta er gjørt nettupp fyri at forða fyri, at stuðul verður latin, alt eftir smakki og lyst. Hetta er gjørt nettupp fyri at tryggja, at stuðul verður latin á fakligar, neutralar og vitugar grundgevingar.

Hin fría listin er týðandi táttur í okkara fólkaræði/demokratii og vit eiga at virða og verja hana, eins og vit virða og verja einum fjøltáttaðum fólkaræði, ið tekur fyrilit og atlit til øll menniskju.

Vinaliga

Starvsnevndin
Marita Dalsgaard, forfólk
Hansina Iversen, næstforfólk
Jóhan Martin Christiansen, starvsnevndarlimur