Tryggingarráðgevi hjá Trygd

Argir á breddan aftur á Vaglinum

2020-11-09 19:45

Her skal vera gott at vaksa upp, trygd at eldast, og Argir skal røkjast.

Tað er at frøðast um, at Argir veksur, og í løtuni verða fleiri nýggj sethús bygd á Argjum. Við Klingurstjørn eru fleiri sethús í gerð, og 50 fleiri grundøkir við Klingurstjørn eru nú byggibúgvin, og íbúðarbygningurin við 48 leiguíbúðum er klárur í næstum. Argir hevur góðar vakstrarmøguleikar, tí her er nógv lendi, sum kunnu útstykkjast til sethús, raðhús og íbúðir. Skúlin á Argjahamri er stórur, og tilboð um barnaansing er eisini á Argjum. Tað er gott pláss á Argjum.

Øking í fólkatalinum á Argjum økir eisini um tørvin á barnaansing, og tíverri hava vit bíðilista á Argjum. Vit vilja hava fleiri barnaansingarpláss, vit skulu byggja út á Argjum, so fleiri pláss verða tøk. Tað er ikki nøktandi hjá okkara barnafamiljum, at børnini ikki kunnu verða í nærumhvørvinum.

Okkara børn í skúlanum á Argjahamri skulu hava eina trygga farleið til buss samband. Hóast fleiri áheitanir frá foreldraumboðunum og skúlastýrinum, hava fólk á Vaglinum ikki svarað aftur. Ynskið er, at bussurin koyrir niðan til skúlan, so tey sleppa undan at fara út á Glyvursvegin, sum er ein vegur við nógvari ferðslu.

Høvuðsinnkoyringin til “undir Kongavarða” og við Klingurstjørn skal ikki verða ein nýggj Karlamagnusarbreyt. Einir 100 bústaðir verða klárir í næstum, og sum nú er, er vegurin ikki gjørdur til alla ferðsluna, sum kemur. Sera óheppið at ein nýggj búseting hevur trupulleikar við trygdini, longu áðrenn alt økið er tikið í nýtslu. Hetts vísur, at vit skulu hava eina rødd við borði.

Trygdin hjá fólki til gongu er ikki góð, og børnini undir Kongavarða hava ótrygga farleið frá heiminum til skúlan á Argjahamri. Íbúgvarnir og eigarafeløgini hava fleiri ferðir víst á henda trupulleika, men eingin á Vaglinum tekur hetta í álvara. Spurningurin er so, um skaði skal henda, áðrenn trupulleikin verður loystur.

Fleiri politikkarir hava róst sær sjálvum fyri, hvussu nógv gott er gjørt á Argjum, men eg má bara staðfesta, at teir hava gloymt at røkja Argir. Vegirnir í tí eldra partinum á Argjum eru smalir bygdavegir, sum eru slitnir, og tveir stórir bilar hava avbjóðing at møtast á vegnum. Vegir á Argjum yvirhøvir mangla at verða røktir. Tann gamli parturin av Argjum er niðurslitin, og økið við bátahylin og rundaum treingir til eina akutta kæra hond.

Argir hevur heldur ikki eitt stað, sum øll kunnu møtast til ymiskt tiltøk. Vit mangla eitt býartorg, sum samlar okkum øll, børn og vaksin. Okkara eldru sleppa ikki at eldast á Argjum, men eru noydd at flyta heim til Havnar, um tey ynskja ein eldrabústað. Hóskandi kundi verið at tikið gamla skúlan til eldrabústað, og gamla skúlagarðin til eitt torg, sum kundi savnað fólkið á Argjum.

Setið X við eina rødd av Argjum so hendur okkurt

Berit W Samuelsen

Valevni Framsókn