Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Ár 2013 - uttan ljós og vatn?

2013-04-05 20:05

At SEV hevur síni hendiligu óhapp, er ilt at gera nakað við, men tá er gott at vita, at Tórshavnar kommuna roynir at bøta um fylgjurnar.

Í Nólsoy er soleiðis skipað, at vatnið verður steðgað, tá ið eingin streymur er at reinsa við. Hetta er keðilig støða at standa í. Sjálvsagt er tað irriterandi at missa vatnið, men álvarsligari verður støðan, um vit hugsa at einki vatn er at sløkkja eld við.

Nú er tað tíbetur soleiðis, at brann-postarnir í bygdini eru knýttir at eini skipan, ið "fer uttanum" og harvið eigur at tryggja okkum nóg mikið av vatni at sløkkja við.

Harafturat havi eg frætt, at í fyrru helvt av 2013, verður sett upp skipan, ið tekur við, tá ið SEV dettur út. Skipanin tendrar eina lítla løtu eftir, at streymurin er burtur, og tryggjar bygdarfólkinum harvið gott - og reint - vatn.Hetta var eitt valagn eg nýtti - og eg ynski at fylgja tí upp. Vón mín er, at vit kunnu taka tað fyri fult: "Skipanin er virkin í fyrru helvt at 2013".