Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Appir : ein purple húgva?

2016-11-06 23:58

Hví sigur ein 1 ára gamal "ein purple húgva?"


Appir á teldlum eru sera hent og góð amboð at læra smábørnum um litir, mál, formar, ljóð og annað.
Trupulleikin er, at nærum alt tilfarið er á øðrum máli enn føroyskum. Tí læra okkara børn litir, formar, djór og annað fyrst á øðrum máli, enn móðurmálinum, tá tey sita við teldli og spæla.

- Tað er jú gott, at læra fremmandamál, ella?
At duga sítt móðurmál væl og virðiliga áðrenn ein lærir eitt fremmandamál, gevur besta málførningin í lívinum sambært málvísindini. Tað vil siga, at barnið skal fáa eitt breitt orðafeingi og duga at seta orðini saman í setningar á móðurmálinum, gevur barninum bestu møguleikar at skilja verðina og kunna seta orð á sínar tankar.
Sum bachelor í føroyskum við áhuga í málmenning og stórum ynski um, at børn skula fáa so góða grund at byggja sítt mál á, fari eg at arbeiða fyri nógv hægri raðfesting av smábarnatilfari. Serliga tilfar á teimum platformum børnini eru í dag, á teldlum!
Tí skula føroyskar appir raðfestast høgt, umframt barnabøkur, tónleik, filmar, barnatilfar í KVF, ljóðbøkur og annað.

Kom við okkum til 2020, har børnini hava føroyskar appir, og siga ein lilla húgva!


Bjørg Dam
Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.