Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

Annika gjørdi tað rætta – og tað skeiva

2021-12-21 07:40

Andstøðan vann. Sammøður fingu síni rættindi. Tað eru vit mong, sum fegnast um. Men samstundis eiga vit at ásanna, at tað er skeivt at vera illoyalur og bróta avtalur.

Sjúrður Skaale

Tey orðini sum leitaðu eftir nýggjum landi
vendu sær í flognum
sum rovfuglar við sterkum klóm
og fremmandum eygum

Hetta sigur Rói Patursson í eini yrking, og soleiðis kenst tað viðhvørt, tá tú sum politikari tekur lut í almenna kjakinum. Tú sendir orðini út sum smáar fuglar – men teir venda sær, og koma eftir tær við sterkum klóm. Tú orðar teg ikki nóg greitt og verður misskiltur.

Soleiðis var, tá eg týsdagin skrivaði eina viðmerking um málið um sammøður. Um messenger var ein gamaldags postkassi, hevði hann ikki klárað at rúmað øllum brøvunum, eg fekk aftaná. Og bara undir greinini á facebook komu yvir 200 viðmerkingar.

Tað eru als ikki bara politisk mótstøðufólk, sum hava skrivað. Og nógv hava klórað við “sterkum klóm”.

Men mong misskiltu míni boð.

Tað, mínir fuglar snúu seg um, var tað sera stóra valdið, sum varafólk hava í okkara politisku skipan, og sum avgjørdi málið um sammøður.

Men tað var trupult at greiða frá, at eg øðrumegin tók undir við ítøkiliga málinum, og hinumegin helt mannagongdina vera skeiva.

Tí valdi eg ikki at svara uppá kritikkin fyrr enn tað ítøkiliga málið var avgreitt.

Tað bleiv tað mánadagin – tíbetur uppá ein góðan máta. Tí hetta svar nú.

Hevði gjørt tað sama

Nógv av kritikkinum var óseriøsur. Til dømis at eg skrivaði sum eg gjørdi, tí høvuðspersónurin handa dagin var ein kvinna (Annika Olsen). Teir politikarar, hvørs meiningar ella gerðir eg havi kritiserað mest farnu tvey árini, eita Jenis, Bárður, Jørgen, Jacob og lutvíst Høgni. Fleiri teirra hava eisini kritiserað meg. Og orsøkin er hvørki, at vit hava nakað ímóti hvør øðrum persónliga ella at vit eru menn. Vit eru bara ósamdir.

Sagt varð eisini, at eg ikki unni samkyndum kvinnum rættindi. Og nógv annað, sum eg ikki tími at svara uppá, tí tað er fullkomuliga skeivt.

Men okkurt taki eg sjálvandi til mín. Fleiri siga, at tað var eitt “persónsálop”. Soleiðis var tað ikki ætlað, men eg skilji, at tað kundi síggja soleiðis út. Tað taki eg uppá meg. Tað var ikki meiningin.

Onkur spyr eisini, hvat eg sjálvur hevði gjørt, um eg var í somu støðu sum Annika Olsen. Hevði eg hildið samgonguavtaluna um ikki at atkvøða fyri andstøðuppskotum? Ella hevði eg sum varalimur brotið avtaluna og stemmað fyri sjálvsøgdum rættindum?

Tað hevði verið ein forferdilig tvístøða. Men tað erliga svarið er, at ... eg nokk hevði trýst á tann grøna knøttin. Júst sum Annika Olsen. Eg hevði ikki fingið meg til at atkvøtt ímóti, hóast trýstið hevði verið stórt.

Men alt mítt poeng við skrivinum - tað, sum eg ætlaði at fáa fram – er, at hetta er ein tvístøða, sum eingin varalimur á tingi eigur at koma í.

Ov stórt vald

Tann býttasti kritkkurin var, at eg “rann ørindi fyri Miðflokkin”.

Eg havi í tvey ár kritiserað, at ein víðgongdur flokkur við bara tveimum tingfólkum ikki bara fekk ábyrgdina av mentan, gransking, undirvísing, uttanríkismálum, men eisini við eini avtalu fekk lagt veto ímóti, at samgongulimir atkvøddu eftir egnari sannføring í etiskum málum.

Tað var vitleyst at geva einum lítlum flokki so stórt vald. Men tað var kortini tað, sum 17 vald tingfólk avtalaðu at gera eftir síðsta val. Og avtalur eru grundarlagið undir øllum politiskum arbeiði.

Sum Tobbi segði í sjónvarpinum í farnu viku: Í politikki ræður um at vera loyalur og halda avtalur. Men tað ræður eisini um at vera snildur, tá avtalurnar verða gjørdar.

Tá seinasta samgonga varð skipað, var Miðflokkurin snildur, og tann famøsa avtalan varð gjørd. Og at Fólkaflokkurin tók undir við henni, er ikki so løgið. Tá tað snýr seg um rættindi til samkynd, hevur Fólkaflokkurin jú higartil havt júst somu hugsan sum Miðflokkurin. At Jacob og Elsebeth fóru úr landsstýrinum í dag vísir, at hetta er hjartablóð hjá flokkinum.

Altso: Øll tey átta valdu tingfólkini fyri Fólkaflokkin gjørdu eftir síðsta val eina avtalu, sum var í samsvari við floksins virði.

Nú hevur ein varalimur, Annika Olsen, brotið avtaluna, og floksins hjarta bløðir.

Sjálvmál

Tað er eingin ivi um, at hon hevði RÆTT til tað. Løgtingslimir, beinleiðis valdir ella ikki, eru formliga sæð bara bundir av síni samvitsku. Teir kunnu gera akkurát, sum teir vilja – í øllum málum. Men gera teir tað, endar alt í kaos. Skal mann yvirhøvur kunna arbeiða, má mann eisini kunna gera avtalur, sum eru politiskt bindandi.

Tað er hetta, sum reisir tann prinsipiella spurningin: Ert tú sum varafólk bundin av teimum avtalum, sum tey, ið blivu vald fyri flokkin, hava gjørt?

Eg haldi, at svari má vera ja. Serliga tá avtalurnar eru í fullum samsvari við floksins virði.

Um NSÍ spælir móti KÍ, og ein KÍ’ari ger sjálvmál, verður hann hetja í Runavík. NSÍ vinnur jú dystin. Men runavíkingar mugu kortini duga at síggja, at tað er grundleggjandi skeivt at gera sjálvmál.

Á sama hátt eru vit mong sum fegnast um, at Annika Olsen vendi sær ímóti sínum egnu í málinum um sammøður. Tí sjálvandi skulu allar familjur hava javnbjóðis rættindi.

Men samstundis eiga vit at ásanna, at tað er skeivt at bróta avtalur.

Enn einaferð: Tað var eitt gott úrslit á tingi mánadagin. Men mátin, tað hendi uppá, reisir spurningar, sum vit mugu kunna viðgera - leyst av júst hesum málinum. Millum annað um tað er rætt, at varalimir hava so stórt vald í okkara skipan.

Fyrigevið alla ørkymlanina, men hesi vóru ørindini við teimum fuglum, sum eg gloppaði gluggan fyri týsdagin.