Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Álvarsom umhvørvisdálking frá vindmyllum

2021-04-27 17:45

 Grøna og varandi vindorkan vísir seg ikki at vera so grøn og umhvørvisvinarlig, sum vit annars hava tikið sum givið, síðan fyrstu verunligu myllurnar komu upp í 2004.

Í nýggjari kanning frá universitetinum í Strathclyde í Onglandi nevnd: ”Rain Erosion Maps for Wind Turbines Based on Geopgraphical Locations. A Case Study in Ireland and Britain, January 2021”, er komið fram til, at sera álvarsom dálking stendst frá veingunum frá vindmyllum.

Vindmylluveingir eru framleiddar úr glasfipur har stórur partur av tilfarinum er Epoxy og Bisfenol A. Enska kanningin er gjørd í tveimum vindmyllulundum, onnur við vesturstrond Írlands og onnur á vesturstrond í norður Skotlandi, har veðurlagið er nakað sum her hjá okkum. Nógvur vindur, regn og sjórok. Við nógvum regni og einamest stórum vindmyllum har ferðin á veingjaspíssum er um 300km/tíman, íkemur eitt álvarsligt slit á veingakantin og har Epoxy, ið skal verja veingina, verður slitið burtur og tikið við regninum og ført út í umhvørvið. In triðingur av Epyxytilfarinum er BisfenolA, ið er kent sum hormonórógvandi evni, ið er sera vandamikið fyri heilsuna. Evnið legst á økið kring myllurnar og eitrar alt livandi, og fer við regninum í løkir og áir, ið hava tilrenning til drekkivatnsbrunnar, smoltstøðir og virki har fekst vatn verður brúkt.


Slit á vindmylluveingir er kent hjá framleiðarum av vindmyllum, og verður umrøtt sum ”Leading Edge Erosion”, ið stendst av sonevda ”Water hammering”, ið kann samanberast við trýstspuling. Við nógvum regni í økunum har kanningin varð gjørd, umleið 3500mm um árið, sum er ájavnt veðurlagið her í landinum, og stóru ferðini hjá veingunum, íkemur sostatt eitt slit og fylgjandi fyri umhvørvið vandamikil og heilsuskaðilig dálking.


Serstakt verður víst til saltinnihald í luftini opg sjórok tá nógvur vindur er, sum vit kenna væl, og at saltið hevur eitt gott 40% størri slit á veingirnar.

Grundað ensku kanningina hava norskir verkfrøðingar rokna seg fram til umhvørvisárin við vindorkuøkið ”Guleslettene Vindkraftanlegg” har 44 myllur eru settar upp.
Regnnøgdin, avfallið, er 3.575mm og har slitnøgdin av Epoxy fyri hvørja myllu er 80kilo um árið. Fyri økið sum heild er sostatt talan um 3,7 tons um árið ella 70 tons í 20 ár. Slitnøgdin økist eksponentielt við vindmyllustødd, og vil ein vindmylla við gott 65metur veingjalond geva frá sær 62kilo Epoxy um árið.

Verða hesi tøl brúkt til ætlaða vindorkuøkið hjá Vindrøkt Sp/F við Gellingarklett, og við 6 myllum, kann roknast við at góð 360kilo av Epoxy enda í umhvørvinum um árið og harvið eisini í drekkivatnsgoymsluni í Villingardali. 33%, ella ein triðingur er 120kilo Bisfenol A, ið er álvarsligt vandamikið fyri heilsuna. Markvirði fyri Bisfenol A hevur verið umrøtt leingi og við nógvum ósemjum, men er í løtuni sett til 0,4mikrogram /kg kroppsvekt pr. dag. Mikrogram er partar av millión, so talan er um ela lítlar nøgdir sum markvirði, og tó at eingin trygd er, at tað er eitt rætt markvirði fyri at hava heilsuna góða.

Fyri drekkivatn hevur WHO síðan 2017 rátt til at nøgdin av Bisfenol A ikki má verða hægri enn 0,1mikrogram fyri liturin...altso 0,0000001 gram. Til samanberingar kann so nevnast at 1 kilo Bisfenol A eitrar og dálkar 10.milliardir litur av vatni so hetta gerst ónytiligt sum drekkivatn.

Umhvørvisstovan og umhvørvisgóðkenning

Felagið Vindrøkt Sp/F hevur fingið umhvørvisgóðkenning til vindorkuætlanina við Gellingarklett hin 31.mars í ár. Eisini hevur felagið sjálvt gjørt eina umhvørvisárinsmeting sambært elveitingarlógini. Árinsmetingin viðgerð hvørji árin kunnu standast á náttúru og umhvørvið og hugt verður eftir hvussu verkætlanin væntast at ávirka djóra- og plantulívið á staðnum, hvussu vindmyllurnar síggjast í landslagnum, og um ampi stendst av óljóði, skuggakasti og endurskini.

Sagt verður at óljóð og skuggakast eru mest tíðandi umhvørvisligu árinini.


Ivamál frá øðrum myndugleikum

Formaðurin í Byggi- og Býarskipanarnevndini fyri Tórshavnar kommunu, Tróndur Sigurdsson, hevur spurgt seg fyri og kravt trygd at t.d. eingin oljudálking stendst á drekkivatnsbrunnin í Villingardali, og Yvirfriðingarnevndin hevur enn málið til umrøðu orsaka vindmylluhæddina, ið við veingjastødd er góðar 150 metur og tí kann metast at verða skemmandi.

Drekkivatn við Bisfenol A

Hvat siga so borgarnir í kommununi, ið skulu drekka vatn frá Villingardali, at stórur vandi er at vandamikið og eitrað drekkivatn verður dagligur partur í húsarhaldum...til kóking, matgerð og sum drekkivatn?

Neyvan verður tað at fella í góðan smakk við slíkum, javnt sum t.d. WHO hevur eitt markvirðið fyri nøgd av Bisfenol A í drekkivatni, sum á ongan hátt kann røkkast.


Kærurættur og freist 28.apríl

Hvat er so at gera.....hvør ynskir at annars avbera góða drekkivatnið verður spilt og óbrúkiligt? Nei, neyvan nakar. Um Umhvørvisstovan, ið opinbart ikki er dagførd í sínum fakliga arbeiði til m.a. góðkenningar av slíkum verkætlanum, ikki bakkar, endurskoðar og kanska biður Sp/F um umbering fyri ikki at hava gjørt sítt arbeiðið til lítar, kann vónast at Sorinskrivarin og Yvirfriðingarnevndin venda tummilin niður, og geva Vindrøkt Sp/F boð at finna sær eitt annað meira hóskandi øki burturi frá og har vandi ikki stendst á m.a. drekkivatnsbrunnar.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri, sum skrivað verður frá Umhvørvisstovuni. Um talan so er um drekkivatnið í Villingardali hevur ein persónligan týdning fyri undirritaða, og borgarnar í kommununi, vil metast at verða rættuliga vist.

Men so gott spælir klaverið ikki...tí vindorkuætlanin hevur sum so ikki nakran persónligan týdning fyri borgaran annað enn at fáa ”grøna” orku...sum allíkavæl vísir seg slettis ikki at verða so grøn sum vónað er.
Kent er at einasta lóggáva, ið ikki kann kærast, er Nátúrfriðingarlógin. Sum maðurin (politikari) segði: ”Vinnan skal hava frið at arbeiða og ikki órógvast at tvørligum borgarum”.
Gamaní, men onnur demokratisk lond har fólkaræðið er sett hægst, enntá lond í Asia, hava samtykt sonevnda UNECE ”Århus-sáttmálan”, ið skal tryggja atgongd til upplýsing og kunning, luttøku hjá almenninginum og til kærumøguleika í umhvørvis- og nátúruverndarmálum. Í ár eru just 20 ár síðan Danmark fekk sáttmálan settan í verk, meðan vit her heima enn stríðast við at fáa fólkaræðið at virka.

Niðurstøðan kann tí einans verða...um nøkur vón verður annað enn álit á Sorinskrivaran, at ein borgari, vegna allar sínar medborgarar, sendir kæru 28.apríl til landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen, at taka aftur umhvørvisgóðkenningina til Sp/F Vindrøkt, biða pent um umbering fyri jánkasligt arbeiði, og annars heita á vindorkufelagið, at finna sær eina meira hóskandi staðseting.

Kári Thomsen

https://link.springer.com/content/pdf/10.1007/s40735-021-00472-0.pdf

https://motvind.org/wp-content/uploads/2021/04/Leading-Edge-Erotion_Final-4_Versjon2_april_220421-1.pdf