Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

ALS riggar als ikki

2019-08-14 15:53
Vinnupolitikkur - 

Tað er at fegnast um, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum settu ALS á stovn. Hetta hevur verið eitt gott trygdarnet hjá nógvum familjum og einstaklingum nógv tey seinastu árini. Men vit eiga at duga betur at gagnýta tær góðu tíðirnar, tí í skrivandi løtu eru tey næstan blivin arbeiðsleys í ALS, tí vit duga ikki at endurskoða okkara egnu skipanir nú í góðum tíðum.

Sambært heimasíðuni hjá ALS eru tað í løtuni 263 fólk arbeiðsleys fólk í Føroyum, men hóast hetta lága talið, eru framvegis 33 fólk til arbeiðis í ALS - nærum tvífalt so nógv, sum í 2004, tá arbeiðsloysið var væl omamfyri 1.000 fólk.

Í 2018 vóru útbýttar 45,4 milliónir í vanligum arbeiðsloysisstuðli og 17,0 milliónir í fiskavirkisskipanini. Afturat hesum blivu brúktar nærum 8 mió. kr. til starvsvenjing og førleikamenning. Tað, sum sker í eyguni, er at lønarútreiðslan á ALS var 14,8 mió. kr. og rakstrarútreiðslurnar 5,1 mió. kr. ALS brúktu í fjør nærum 20 mió. kr. til at býta út góðar 60 mió. kr.

Landsskatturin er í løtuni:

0% upp til 65.000kr.

15% frá 65.000kr. til 235.000kr.

20% frá 235.000kr. til 330.000kr.

25% frá 330.000kr. til 800.000kr.

30% av tí, sum er omanfyri 800.000 kr.

ALS-gjaldið er 1,25% og tað er galdandi frá fyrstu krónu.

Løntakari, sum hevur eina árliga inntøku á 200.000 kr., rindar árliga 20.250 kr. til landskassan og 2.500 kr. til ALS. Tað er umráðandi, at vit ikki bara skipa landsins inntøkur sum best, og tí skulu vit endurskoða okkara almennu umsitingar, so vit fáa hana skynsamari. Tað er okkara skylda, at vit brúka hvørja krónu so væl sum gjørligt hjá hvørjum einstakum borgara.

Vit hoyra javnan um, at undanfarna samgonga øktið um umsitingina. Kostnaðurin á øllum almennum rakstri er síðan blivin nógvar milliónir dýrari, umframt at henda samgongan hevur tikið nógv meira frá vinnuni.

Eg vil tí arbeiða fyri at endurskoða onnur líknandi dømi hjá tí almenna, so vit fáa meir virðið á hvørjari skattgoldnari krónu.

Politiska skipanin má heita á nevndina í ALS, um at sett ALS-gjaldið niður, samstundis sum leiðslan hyggur eftir rakstrarútreiðslunum.

Jaspur Langgaard

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

RN