Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Almenn partafeløg.

2019-08-06 13:00

Almenn partafeløg.

Kann tað vera rætt, at tað almenna skal stuðla nøkrum einstøkum kommunum við partafelagsskatti?

Partafeløg harundir eisini partafeløg sum eru átt av tí almenna, rinda sambært ásetingarlógini 18% í partafelagsskatti.

Skatturin verður býttur sum kommunuskattur og sum landsskattur. Kommunuskatturin fer sum oftast til heima kommununa tvs. har sum felagið er skrásett.

Um partafelagið hevur vinnu í fleiri kommunum, skal kommunuskatturin býtast millum heima kommununa og kommununa, har felagið hevur atvinnu í.

Til dømis skrásett 2019:
P/F 7080 Tunnil, 600 Saltangará (Runavík).
P/F 3298, Norðoyatunnilin, 110 Tórshavn.
P/F 6003, Eystur- og Sandoyartunlar, 110 Tórshavn.
P/F 2809, Vágatunnilin, 110 Tórshavn.
(Tunlarnir, Atlantic Airways, Rúsdrekkasøla Landsins osv).

Hetta er sum oftast kommunur sum frammanundan hava stórar skattainntøkur.

Her er peningur sum kundi blivu brúktir til útjavning til tær “fátøku” kommunurnar, til bústaðir, til tey gomlu og sjúku, ja snøgt sagt alt tað landi ð sigur seg ikki hava ráð til, ella ikki vil fíggja. – Hetta “svínarí” hevur staðið uppá í fleiri ár, uttan nakar politikari hevur gjørt vart við skeivleikan (Stór skomm).

Hetta er tann umvenda Robin Hood. “Gev til tey ríku, tey fátæki og veiku skulu onki hava”.

Torri Thomsen
Sjógøta 39
970 Sumba