Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Almanna- og heilsupolitikkur

2019-08-31 09:06

Almanna - og heilsupolitikkur

Almanna - og heilsuverkið skal styrkjast og uppraðfestast. Í einum vælvirkandi vælferðarsamfelagi er tað av størsta týdningi, at borgarin altíð verður møttur á góðan og virðiligan hátt, hann er vorðin sjúkur ella er komin illa fyri sosialt.

Ítøkiliga ætli eg mær serliga at arbeiða við hesum økjum:

  • Einum viðgerðardepli fyri fólk við rústrupulleikum. Hesin eigur at hava eitt heildarmenniskjasýni, har arbeitt verður við sosialum og eksistentiellum trupulleikum, eins væl og við bundinskapinum. Eitt gott hugskot hevdi verid at arbeitt eftir Minnesotamodellini, har øll familian verður drigin inn í viðgerðina.

  • Einum familjudepli fyri avvarðandi hjá ungum við sálarligum trupulleikum, soleiðis at tey avvarðandi kunnu vera við í viðgerðini.

  • Bráðfeingis hjálp til sálarveik. Sálarligar sjúkur skulu javnstillast við somatiskar sjúkur, og sálarfrøðilig hjálp eigur at vera ókeypis fyri brúkaran. Fleiri sálarfrøðingar eiga at verða settir innan bæði barna - og vaksnapsykiatri.

  • Einum endurvenjingardepli fyri fólk við m.a. seinheilaskaða.

  • Fleiri vardar íbúðir til menningartarnaði og onnur við serligum tørvi skulu byggjast .

  • Gransking av samfelagstrupulleikum skal uppraðfestast .

  • Viðgerðin fyri ADHD skal umskipast og fleiri pengar skulu setast av til hesa , soleiðis at vit kunnu viðgera ADHD sosialnámsfrøðiligt , sálarfrøðiligt og – minst møguligt - medisinskt :

  1. Foreldravenjing : foreldur at børnum við ADHD eru í eini serligari støðu , og hava tørv á foreldravegleiðing um , hvussu tey best skipa gerandisdagin á ein hátt , tekur atlit til serliga tørv barnsins . Eisini vegleiðing og ráðgeving um , hvussu man best rúmar og møtir barninum á ein jaligan hátt , hóast endurtiknar , dagligar avbjóðingar , er ynskilig

  2. Sosial førleikamenning : her verður arbeitt við at betra um sosialu førleikar barnsins .

  3. Ókeypis sálarfrøðilig viðgerð.

  4. Lærarar , námsfrøðingar og aðrir starvsbólkar , eru um børn dagliga , skulu fáa kunning og vitan um ADHD. Eisini skal frálæra um ADHD uppraðfestast í avvarðandi útbúgvingum .

  5. Medisinsk viðgerð sídst - og minst. bert í samband vid kognitiva viðgerð .

Fyri Framtakið

Jákup Hans Heinesen