Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Alilaksur uttan heilsuskaðilig evni?

2019-05-27 12:59

 Heilsufrøðiliga Starvsstovan kemur av og á fram við ávaring at soppur er funnin í onkrum juicepakka, ella maðkur í einum dadlupakka, og lýst verður í KVF og miðlum - at heilsuvandi er, og at fólk ikki mugu drekka ella eta hesa spiltu vøru.
Men tá umræðru rættar heilsuskaðiligar vørur, ið vanligi borgarin ikki hevur møguleika at eftirkanna, er einki óført...og ALT kann seljast.
Fesk tíðindi eru nú í miðlunum frá HFS um kanningar av møguligum umhvørviseiturevnum og heiluvágsrestum í alilaksi, og sum vant....er alilaksur kanska mest heilsugóða matvøran, og tí nýtist føroyingurin ikki nakað dagført kosttilmæli - tí heilsustøðan er so avbera góð....við fleiri túsund diabets.- og krabbasjúklingum, har fleiri og fleiri leggjast afturat hvønn dag.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan umrøður m.a. í dagsins miðlastuntið ikki at matvørueftirlitð EFSA hjá ES í stóran mun hevur mælt til at fólk, serstakliga børn og kvinnur við barni, eiga at minka um nøgdina av feitum fiski, og serstakt alilaksi, ið inniheldur ovurstóra nøgd av Dioxin og Dioxinlíknandi PCB. Áður var eitt markvirði á 14 pikogram fyri hvørt kilo kroppsvekt, men varð hetta markvirðið smb. nýggjum kosttilmæli frá EFSA í desember 2018 sett niður til einans 2 pikogram pr. kilo kroppsvekt.

Dixoin og dioxinlíkandi PCB´ir finnast eisini í øðrum matvørum enn bara alilaksi, og kann tí spyrjast hvussu nógva kann etast av hesum fiski um ein skal halda seg til EFSA-kosttilmælið og markvirðið. Her hevur t.d. ein av fleiri óheftum granskarum, Anders Goksøyr við universitetið í Bergen ráðini, at ein máltíð aðru hvørja viku er mesta nøgd, ella enn betur, eina máltíð um mánaðin.Um ein bert fær hesi umhvørviseiturevni í sær frá alilaksi, ið er óhugsandi, kann etast upp til 300 gram hvørja viku.

EFSA hevur sostatt mælt til at fólk minka sítt át av alilaksi við næstan 90% - fyri at minka um álvarsamar heilsuvandar - og serstakt eiga smábørn slettis ikki at eta alilaks fyri at sleppa undan heilsuskaða á eldri árum.

Eitt eru umhvørviseiturevnini, ið eru væl fleiri enn bert dioxin og PCB´ir, og nakað heilt annað eru metabolittar - ella restevni frá lúsabasingarevnum m.a. Diflubenzuron, ið prógfast er sita eftir í fiskinum, og eru krabbaelvandi. Hetta evnið er annars bannað í landbúnaði, men ikki í havbúnaði.Og annað er konserveringsevnið Ethoxyquin, ið innan leingi verður bannað í fóðurinum til alilaks. Hetta evnið er álvarsliga heilsuskaðiligt og gevur alla orsøk til at fólk - fyri at halda sær heilsuna góða - gevast heilt at eta alilaks.

Evnið er staðfest í føroyskum alilaksi - men tað vil Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki umrøða, sjálvandi, og hevur allarhelst ongar kanningar framt viðv. hesum evnum.

Tað kann sigast at verða sera átaluvert at almenni myndugleikin, ið skal veita kostráð, ikki tekur til eftirtektar og kunnar politiska myndugleikan og fólki sum so, at nýggja kosttilmælið frá ES - mælir til at fólk minka sítt alilaksaát til 1/10-part av tí nøgd tey vanligt eta..

Fólkaheilsuráðið tosar enn bert um sigarettir, alkohol og rørðslu, men letur matvøruhandlar og matvøruframleiðarar fylla hyllar og frystiboksir við alskyns heilsuskaðiligum vørum - kanska tí at Heilsufrøðiliga Starvsstovan er so út av lagið jánkaslig bert at ganga ørindir fyri vinnu og handlar - Vánalig fólkaheilsa og ovurstórar útreiðslur til sjúkrahúsverk stava í allar stórsta mun just frá eitraðum og sera heilsuskaðiligum matvørum - og serstakliga alilaksi. Men tað er nokk illa hoyrt tá peninga- og politiska veldið skal ráða.