Eg eiti Kristian Joensen og eg bjóði meg fram á Lista B til byraðsvalið í Klaksvík 2012.

Tað eru fleiri orsøkir fyri at eg stilli upp, fyrst av øllum tí eg fekk fleiri fyrispurningar frá fólkið og so sjálvandi tí, eg vil byðnum og fólkinum her byr val.

Tað eru rættiliga nógv ting ið eg vil arbeiða fyri.


Íbúðir til lesandi

Økja um talið á eldraíbúðum

Nýggjan skúla á Ziskatrøð

Útbyggja Norðhavnina

Útbyggja Svimjuhøllina

Betra um umstøðurnar hjá ferðavinnuni á útoyggj

Og mangt annað.

Við Sambandsflokkinum við róðri er Klaksvíkin í tryggum hondum. X við Lista B

Aktivera pensionistarnar

2012-11-12 09:43

Tað kann ikki verða rætt, at vit á hvørjum árið, tá kavin kemur niður, skulu síggja mammur og pápar á kavakløddu vegnum við barnavognum, tí møguleiki ikki er at grava gonguteigarnar. Her má okkurt gerast, vit mugu ikki bíða til fyrsta ólukkan er hend.

Hvussu gera vit tað so ?

Svarið er einkult. Vit keypa 4 bilar ið feiga kavan burtur, so skjótt hann kemur niður. Til hettar arbeiði seta vit pensionistar ið hava hug at aktiverast og tjena nakrar eyka krónur. So samstundis, sum vit fáa kavan vekk, so aktivera vit eisini nakrar av okkara borgarum.

Velji ein sterkan Sambandsflokk til kommunuvalið tysdagin.

X við Kristian Joensen