Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Áheitan um heimafrið í stillu viku

2021-03-31 15:54

Heimafriður heitir á kommunur, havnamyndugleikar og reiðarí um at skipa virksemið við havnirnar soleiðis, at sum minst óljóð kemur frá skipum og virksemi á og við havnirnar um høgtíðina.

Vísandi til Halgidagslógina § 1 og Umhvørvisverndarlógina § 1, heitir Felagið Heimafriður á avvarðandi kommunur um at tryggja borgararum sínum heimafrið á páskum.

Fleiri skip liggja við bryggju um páskirnar. Hetta merkir, at nógv fólk ikki fáa heimafrið á páskum.

Felagið heitir staðiliga á kommunurnar, sum varða av havnum, har larmandi skip liggja, um at finna loysnir, sum tryggja borgarunum frið.

Eisini heitir felagið staðiliga á reiðarí og fyritøkur, sum varða av skipum og bingjum, at syrgja fyri, at brek á útgerð og arbeiðstólum, ið eru orsøk til óneyðugt óljóð, verða umvæld.

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Vegna felagið Heimafrið
Nevndin