Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Áheitan á stýrið fyri Bústaðir

2021-10-25 07:54

Seinastu dagarnar eru fleiri viðurskifti viðvíkjandi almenna bústaðarfelagnum, Bústaðir, viðgjørd í fjølmiðlunum.

Í tíðindaskrivi og samrøðu við Kringvarpið týsdagin 19. oktober varð róð fram undir, at raksturin av Bústøðum ikki hevur verið skynsamur seinastu árini. Útsagnirnar kunnu geva ta fatan, at starvsfólkini ikki hava gjørt sítt arbeiði til lítar, og hetta elvir til ótryggleika á stovninum. Starvsfólkini á Bústøðum kenna seg ikki aftur í atfinningunum, og eingin innanhýsis kunning hevur verið um hesi viðurskifti, áðrenn tíðindaskrivið týsdagin. At starvsfólk á slíkan hátt skulu uppliva, at ivi verður sáddur um virksemið hjá stovninum, og frætta í fjølmiðlum at virksemið á teirra arbeiðsplássi skal endurskoðast og umskipast, er óvirðiligt og átaluvert, og starvsfólkini kenna seg ótrygg orsakað av útsagnunum.

Fakfeløgini, sum umboða starvsfólkini í Bústøðum, átala almennu útsagnirnar hjá stýrisformanninum, ið kunnu sáa iva um og misálit á arbeiðið, sum okkara limir hava útint og útinna hvønn dag. Feløgini heita tí staðiliga á stýrið fyri Bústaðir um at halda seg til vanligar meginreglur fyri góðan fyrisitingarsið og góða leiðslu, og viðgera viðurskifti á stovninum og ætlanir um møguligar broytingar innanhýsis, heldur enn í fjølmiðlunum.

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya,
Akademikarafelag Føroya og
Starvsfelagið