Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Aftursvar til Elsebeth viðvíkjandi spurningum frá Bill og Steffan

2021-05-07 23:37

 

Svarið frá landsstýriskvinnuni í almannamálum undrar okkum.

 

Spurningur 1

Hvussu mong børn eru umsorganaryvirtikin árliga seinatu 10 árini býtt á við og uttan samtykki frá foreldrunum?

 

Svar

Hagtøl eru ikki fyri, hvussu nógvar umsorganaryvirtøkur eru framdar við samtykki og uttan samtykki frá foreldramynduleikanum-/unum og/ella barninum yvir 15 ár. Uttan mun til um samtykki er givið frá foreldramynduleikanum/-unum, skulu treytirnar fyri umsorgarnaryvirtøku sambært § 19, stk. 1 og 2 verða loknar. Ein umsorganaryvirtøka skal javnan endurskoðast av Høvuðsbarnaverndarnevndini, samnørt §§24 og 24a í barnaverndarlógini. Sjónarmiðið hjá foreldramyndugleikanum/unum kann eisini broytast frá fyrstu umsorganaryvirtøkuna til, tá umsorganaryvirtøkan skal endurskoðast.

 

Tað undrar okkum at ongi hagtøl eru fyri hvussu nógvar umsorganaryvirtøkur eru framdar við samtykki og uttan samtykki. Løgfrøðingurin hjá Barnaverndarstovuni segði í Breddanum 25-03-2021, at stórur partur av umsorganaryvirtøkunum eru við samtykki. Tá løgfrøðingurin hjá Barnaverndarstovuni, sum førir hagtøl á økinum, kann siga at stórur partur av umsorgaryvirtøkunum eru við samtykki, so átti tað at veri hagtøl, sum løgfrøðingurin byggir sína útsøgn uppá.

 

Veit landsstýrismaðurin av, at foreldur fáa at vita tey mugu samtykkja eina umsorganaryvirtøku fyri at vísa at tey eru samarbeiðsvillig?

 

Foreldur, sum ikki samtykkja eina umsorganaryvirtøku, blíva pr. automatik dømd ósamarbeiðsvillig. Hetta verður eisini brúkt ímóti foreldrum, hóast tey gera alt fyri at samarbeiða. Megnar skipanin sjálv at samarbeiða?

 

Flestu foreldur velja ikki at samtykkja eina umsorganaryvirtøku, tá eingin løgfrøðilig hjálp verður veitt um foreldur samtykkja. Í fleiri førum verður ikki upplýst, at foreldur missa rættin til ókeypis løgfrøðing, um tey samtykkja. Hóast barnaverndartænastan hevur upplýsingar skyldu.

 

Tað krevur 2 partar fyri at samarbeiða og kann tað ALDRIN bara verða foreldur, sum ikki megnað at samarbeiða. Fyri at samarbeiða krevur at kemiin riggar millum báðar partar. Riggar kemiin ikki so ber ikki til at samarbeiða, hetta vita sosialráðgevar, men tó so verður tað altíð álagt foreldrum, at tey ikki eru samarbeiðsvillig.

 

Spurningur 2

Hvussu mong børn eru umsorgarnaryvirtikin árliga seinastu 10 árini eftir umbøn ella áheitan frá foreldramynduleikapersónum?

 

Svar

Avgerð um umsorganaryvirtøku verður tikin av Høvuðsbarnaverndarnevndini. Høvuðsbarnaverndarnevndin viðger einans mál eftir tilmæli frá barnaverndartænastunum.

 

Í 2020 vórðu 13 børn umsorganaryvirtikinfyri fyrstu ferð. Av hesum 13 børnunum vórðu 9 børn sett í fosturfamilju, meðan 4 vórðu sett á stovn.

Í 6 førum avgjørdi Høvuðsbarnaverndarnevndinikki at taka undir við tilmælinum frá barnaverndartænastunum um umsorganaryvirtøku av børnum. 2 av hesum 6 børnunum blivu seinni í 2020 umsorganaryvirtikin.

 

Í 2019vórðu 14 børn umsorganaryvirtikin fyri fyrstu ferð. Av teimum vórðu 10 børn sett í fosturfamilju, meðan 4 vórðu sett á stovn. Í 3 málum avgjørdi Høvuðsbarnaverndarnevndin ikki at taka undir við tilmæli um umsorganaryvirtøku av børnunum.

 

Í 2018vórðu 9 børn umsorganaryvirtikin, og av teimum vórðu 3 børn sett í fosturfamilju, meðan 6 vórðu sett á stovn.

 

Í 7 málum avgjørdi Høvuðsbarnaverndarnevndin ikki at taka undir við tilmæli um umsorganaryvirtøku av børnum.

 

Í 2017vóru 17 børn umsorganaryvirtikin fyri fyrstu ferð, og av hesum vórðu 13 sett í fosturheim, meðan 4 vórðu sett á stovn.

Í 2 málum avgjørdi Høvuðsbarnaverndarnevndin ikki at taka undir við tilmæli um umsorganaryvirtøku av børnum.

 

Í 2016vóru 18 børn umsorganaryvirtikin fyri fyrstu ferð, og av hesum vórðu 12 sett í fosturheim, meðan 6 vórðu sett á stovn.

Í 2 málum avgjørdi Høvuðsbarnaverndarnevndin ikki at taka undir við tilmæli um umsorganaryvirtøku av børnum.

 

Í 2015 vóru 9 børn umsorganaryvirtikin fyri fyrstu ferð.

 

Tað undrar okkum at spurningurin ikki verður svaraður, men tað finnast kanska ongi hagtøl á hesum økinum, sum vísa á, um barnaverndartænastan hevur valt at umsorganaryvirtaka børn eftir áheitan frá foreldramynduleikapersónum. Barnaverndarstovan hevur hagtøl yvir áheitanir frá foreldramynduleikapersónum.

 

Spurningur 3

Hvussu mong børn eru umsorganaryvirtikin árliga seinastu 10 árini eftir áheitan frá ørðum enn teimum undir spurning 2 nevndu.

 

Svar

Eins og víst á í svarinum til spurning 2, so verða avgerðir um umsorganaryvirtøku av børnum tiknar av Høvuðsbarnaverndarnevndini, ið einans viðger mál eftir tilmæli frá barnaverndartænastunum. Avgerð um umsorganaryvirtøku av einum barni kann sostatt ikki takast eftir áheitan frá øðrum enn barnaverndartænastunum.

 

Barnaverndarlógin sigur soleiðis í §§ 24b og  24d

 

§ 24 b. Tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, kunnu krevja, at eitt mál um yvirtøku av umsorganini fyri einum barni sambært § 19, ella um varandi yvirtøku av umsorganini fyri einum barni sambært § 23, skal viðgerast av Høvuðsbarnaverndarnevndini av nýggjum, um umstøður teirra eru munandi broyttar.

Stk. 2. Barnaverndarnevndin leggur málið av nýggjum fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina eftir mannagongdini í kapitli 8.

Stk. 3. Høvuðsbarnaverndarnevndin kann tó nokta fyri, at málið verður viðgjørt av nýggjum, um málið teir seinastu 12 mánaðirnar hevur verið viðgjørt av hesi nevnd.

 

§ 24 d. Eitt barn, ið er umsorganaryvirtikið sambært § 19, kann ikki setast heim aftur uttan við avgerð frá Høvuðsbarnaverndarnevndini.

Stk. 2. Í sambandi við eina avgerð um at barnið skal setast heim aftur, ásetur Høvuðsbarnaverndin eitt tíðarskeið at fyrireika heimsetanina sbrt. § 24 f.

Stk. 3. Er barnið sett heiman við samtykki, og verður samtykkið afturtikið, skal barnaverndarnevndin leggja tilmælið fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina til støðutakan í seinasta lagi 14 dagar eftir, at samtykkið er afturtikið, um barnaverndarnevndin ikki kann taka avgerð eftir § 20.

 

Verða hesar § yvirhildnar?

 

Spurningur 4

Hvussu mong børn eru umsorganaruvirtikin árliga seinastu 10 árini beinleiðis av føðideildini?

 

Svar

Barnaverndarlógin heimilar ikki, at avgerð verður tikin um umsorganaryvirtøku, sambært § 19, áðrenn føðing. Um barnaverndartænastan metir, at barn má takast frá foreldrunum beint eftir føðing, ella meðan barnið enn er á føðideildini, kann barnaverndartænastan taka bráðfeingis avgerð, sambært § 17. Ein bráðfeingis avgerð um at taka eitt barn úr heiminum kann ikki standa við í meira enn 4 mánaðir, tvs. at barnaverndartænastan innan 4 mánaðir má leggja tilmæli um umsorganaryvirtøku fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina ella lata barnið heim til foreldrini. Ein bráðfeingis avgerð hjá barnaverndartænastuni skal skjótast til ber og innan 2 yrkadagar leggjast fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina til góðkenningar.

 

Í 2020 blivu 3 børn sett heiman innan eina viku eftir føðing. Høvuðsbarnaverndarnevndin góðkendi allar tríggjar avgerðir.

Í 2019 bleiv einki barn sett heiman innan eina viku eftir føðing.

Í 2018 bleiv einki barn sett heiman innan eina viku eftir føðing.

Í 2017 bleiv 1 barn sett heiman innan eina viku eftir føðing. Høvuðsbarnaverndarnevndin góðkendi avgerðina.

Í 2016 bleiv 1 barn sett heiman innan eina viku eftir føðing. Høvuðsbarnaverndarnevndin góðkendi avgerðina.

Hagtøl fyri 2015 eru ikki tøk hesum viðvíkjandi.

 

Tað undrar okkum at eingi hagtøl eru fyri 2015 á hesum økinum, tá tað eru hagtøl fyri 2015, sum vísa hvussu nógv børn vórðu umsorganarvirtikin fyri fyrstu ferð.

 

Her hevði verði áhugavert at vita um hesi foreldur áttu børn áðrenn. Eiga hesi foreldur ongi børn áðrenn, hvussu kann skipanin so døma tey óegnað?

 

Spurningur 5

Hvussu stórur partur av umsorganaryvirtiknum børnum verða sett í fosturheim hjá einum í familjuni?

 

Svar

Ein av týðandi uppgávunum hjá Fosturforeldraskipaninier at røkja skránna við fosturforeldrum, tað vil siga millum annað at bera so í bandi, at skikkað fosturforeldur eru tøk, tá tørvur er á tí. Tá barn verður sett heiman, verður altíð fyrst roynt at finna fosturforeldur, sum antin eru næstringar ella úr netverkinum hjá barninum, tí gransking vísir, at hetta ofta er tað besta fyri barnið.

 

Seinastu árini eru alt fleiri næstringar ella fólk úr netverkinum hjá barninum sett sum fosturforeldur.

 

Støðan í fosturforeldraskránni í dager tann, at 51 familjur hava ikki serligt tilknýti til familjuna ella netverkið hjá barninum, 24 fosturfamiljur eru næstringafosturfamiljur og 21 fosturfamiljur eru netverksfosturfamiljur.

 

Hetta undrar okkum tí vit vita at tað eru fleiri børn, sum eru umsorganaryvirtikin uttan at næstringar ella fólk úr netverkinum hjá barninum eru spurd. Tað verður ikki altíð roynt at finna fosturforeldur, sum antin eru næstringar ella fólk úr netverkinum hjá barninum. Hetta hevur Høvðusbarnaverndin eisini avvíst, við tí grundgeving at tað kann skapa ov stórar konfliktir, tá foreldur hava spurt inn til hví børnini ikki kunna vera í nærumhvørvinum.

 

Spurningur 6

Er landsstýrismaðurin nøgdur við, at bert 15 av umsorganaryvirtøkunum eru settar úr gildi seinastu 6 árini?

 

Svar

Avgerðir um, hvørt ein umsorganaryvirtøka skal halda áfram ella setast úr gildi, verður tikin av eini óheftari høvuðsbarnaverndarnevnd, ið er mannað við fakfólki á økinum. Landsstýrismaðurin hevur álit á, at Høvuðsbarnaverndarnevndin tekur tær avgerðir, ið eru neyðugar at taka.

 

Tað undrar okkum at landsstýrismaðurin blint stólar uppá skipanina. Høvðusbarnaverndarnevndin er mannað við fakfólkum, ongin ivi um tað, men tey eru ikki meir enn menniskju og taka støðu út frá skjølum sum Barnaverndartænastan gevur, og hyggur eftir frágreiðingum hjá Barnaverndartænastuni. Tað verður ikki biði um prógv fyri at fyriskipanir eru settar í verk, ei heldur hvørjar fyriskipanir eru settar í verk. Ein greið menningarætlan eftir § 47 skal fyriliggja, men er henda menningarætlan í fleiri førum við stórum manglum, sum Høvðusbarnaverndarnevndin góðtekur. Hesi fakfólk duga væl at vísa á manglar hjá foreldrunum, men í alt og stóran mun, megnað tey ikki at siga hvør hjálp skal setast inn fyri at menna foreldrini. Tað kann tó eisini vera soleiðis at foreldur eru stempla av Barnaverndartænastuni, so óegna og við ongum menningarmøguleikum, at tað er burtur spill av pengum at seta hjálp inn. Tað vil siga at hóast fakfólk tilmæla at hjálp skal setast inn og vísa á hvør hjálp skal setast inn, so verður bert tikið atlit til hvat tilmæli sosialráðgevin kemur við.

Fyriskipanir skulu eftirmetast við jøvnum millumbilum. Ein fyriskipan kann vara í fleiri ár uttan at nøktandi úrslit sæst, men tó so vil ongin gera nakra broyting í hesar fyriskipanir, tí Barnaverndartænastan vil hava hesar fyriskipanir at rigga.

 

Spurningur 7

Er landsstýrismaðurin nøgdur við, at 1 % av øllum børnum eru umsorganaryvirtikin?

 

Svar

Verður samanborið við onnur lond, so eru talið av avgerðum um umsorganaryvirtøku í Føroyum áleið tað sama. Ynskiligt hevði verið, at ikki var neyðugt við avgerðum um umsorganaryvirtøkur, men samstundis er neyðugt, at vit hava eina skipan, ið loftar teimum rnum, ið hava tørv á hjálp og umsorgan, ið ikki kann veitast í heiminum.

 

Tað undrar okkum at landsstýrismaðurin er nøgdur við talið av umsorganaryvirtøkum tí tær eru áleið tað sama sum í øðrum londum. Eru vit ikki egin? Áttu okkara fyrskipanir ikki at virka betur enn í øðrum londum? Vit vita at tað eru børn, sum ikki kunna vera hjá sínum foreldrum, men at vit í Føroyum eiga so lítla hjálp at veita okkara fólki er undrunarsamt. Føroyar er kanska fari at líkjast ov nógv okkara grannalondum, serliga tá hugsað verður um, eg skal klára meg sjálvan og vil onki hava við mín grannað at gera, uttan so eg kann traðka hann niður í sand og øsku.

 

Spurningur 8

Er landsstýrismaðurin nøgdur við, at bert ein brotpartur av kostnaðinum til skipanina er brúktur til fyribyrging?

 

Svar

Í viðmerkingunum til spurningin verður víst á, at í 2018 vórðu brúktar 16,8 mió.kr. til fyribyrgjandi fyriskipanir, samanborið við góðar 31 mió.kr. til fosturforeldraskipanina og stovnsøkið. Tá talan er um fyribyrgjandi fyriskipanir, so spenna hesar sera vítt, og eru allar fyriskipanirnar ikki serliga kostnaðarmiklar. Talan er samstundis um sera nógv og sera ymisk barnaverndarmál, ið ikki øll krevja somu fíggjarligu orku, og tí ber ikki til at gera ta niðurstøðu, at ov lítið av peningi verður nýttur til fyribyrgjandi fyriskipanir. Eins og spyrjararnir eisini vísa á í viðmerkingunum, so eru tað kommunurnar, ið gjalda fyri fyribyrgjandi fyriskipanirnar, og sambært lóggávuni eisini valda á økinum, og landsstýriskvinnan hevur álit á, at kommunurnar veita børnunum ta hjálp og umsorgan, ið tey hava tørv á og rætt til sambært barnaverndarlógini.

 

Aftur her undrar tað okkum at landsstýrismaðurin blint stólar uppá avvarandi mynduleika. Allar fyribyrgjandi fyriskipanir eru ikki líka kostnaðar miklar, men her skal eisini hugsast um, at børn sum eru til umlætting undir forsturforeldraskipanini, eisini eru undir fyribyrgjandi fyriskipanum. Barnaverndartænastan skal eisini eftir lógini arbeiða við heimsetan, sum eisini kemur undir fyribyrgjandi fyriskipanir. Ein familja, sum far hjálp fyri 20.000 kr í miðal um ári, fær undir ongum umstøðum røttu ella nøktandi fyribyrgjandi fyriskipan, hvørki viðvíkjandi at fyribyrgja umsorganaryvirtøku ella heimsetan.

Børnini gjalda prísin, so vit kunnu bara øll venda tað blinda eyga til, velja at stóla blint uppá skipanina og soleiðis ikki síggja skaðan fyrr enn ov seint. Vit kunnu heldur ikki gera skipanina betur, um vit bara venda tað blinda eyga til og ongar kritiskar spurningar seta, ella seta eina óhefta nevnd at gjøgnum ganga allar umsorganaryvirtøkur, fyri at finna fram til um lógin verður fylgd. Vit kunnu øll vísa á hvat lógin sigur og velja at stóla blint uppá avvarandi mynduleikar, uttan at kanna um verðuleikin er í tráð við lógina, og bara hopa at verðuleikin er í tráð við lógina.

 

Hetta er ein skipan, ið eigur at tola at blíva eftirhugd. Um skipanin ikki tolir at vera koyrd undir sjóneykuna, hvussu kann skipanin so blíva betur? Foreldur verða kannað í høvd og reyv og skulu tey tola hetta. Foreldur skulu tola at fáa at vita hvat tey ikki duga og megna uttan at øsa seg, og skulu tey megna at forbetra seg við bert at fáa at vita hvat ikki er gott nokk. Hvussu kann skipanin krevja hetta av foreldrum uttan at megna hesi ting sjálv?

 

Hvørjar kanningar skulu fosturforeldur í gjøgnum fyri at blíva góðkend? Hesar kanningar koma ikki uppá hálvan skógv av hvat foreldur skulu í gjøgnum fyri at blíva góðkend. Er samanhangur í tí?

 

Vit vita at børn við serligum tørvi, sum ger at tey eru ov nógv fyri vanlig foreldur, blíva koyrd til fosturs. Hvønn førleika hava hesi fosturforeldur? Út frá Barnaverndarstovuni hava fosturforeldur ongar serligar førleikar og eru bert vanlig foreldur. Er samanhangur í hesum?

 

Um skipanin skal hugsa um barnsins besta, er skipanin noydd at taka í egnan barm og hyggja inn í seg sjálvan, og vera villig at viðurkenna, at sum skipanin er í dag so er tað sosialráðgevin sum hevur ábyrgdina av málinum, sum einsamallur tekur støðu til hvat skal gerast og ikki. Tað eru onnur fakfólk inni yvir, men tað er sosialráðgevin, sum avgerð hvørjum og hvussu hann lurtar eftir fakfólkunum, sum koma við tilmælum um fyriskipanir. Hesi fakfólk gera aloftast eitt skriv, sum sosialráðgevin hevur sett serligar treytir til, og sum avgerð hvat skal henda.

 

Um okkara skipan ikki vil viðurkenna sannleikan, kemur skipanin ALDRIN at arbeiða fyri barnsins besta.

 

Vit vilja altíð verja okkum sjálvi, og sjálvsagt vil skipanin eisini gera tað, men tað er undir alt lágmark at skipanin ikki tolir at fáa kritik uttan at fara í offurrolluna.

 

Sum skipanin er nú, hevur tað ongar avleiðingar um lógin ikki verður fylgd. Børnini gjalda prísin og er tað eftir øllum at døma tað skipanin vil. Børnini kunnu líða undir umsorganarsvik, útsett fyri harðskapi og seksuellum ágangi eftir eina umsorganaryvirtøku, men her er ongin í skipanini, sum er villigur at hjálpa hesum børnum, tí tey eru í hesi støðu tí foreldrini ikki megnaðu sína uppgávu, eftir metingini frá skipanini. Skipanin vil heldur forsvara seg sjálva enn at hugsa um børnini. Er hetta so ein skipan sum hugsar um barnsins besta?

 

Hvat ger ein leyva tá ungin er í vanda?

 

Eitt og hvørt foreldur, sum elskar sítt barn, far klørnar fram tá onkur uttanífrá roynur at taka teirra barn.

 

Hvussu nógv foreldur liva ikki í eini áhaldandi strongdari støðu, vegna ágang frá Barnaverndartænastuni? Tí hóttanin fer altíð at vera, ger tú ikki  sum vit siga, so fjerna vit børnini.

 

Hvussu nógv hevði skipanin megnað at gjørt feilfrítt undir áhaldandi strongdari støðu? Lítið og onki, men skipanin krevur at foreldur skulu megnað hetta.

 

Landstýrismaðurin svara út frá hvat lógin sigur og hvat ráðgevarar upplýsa eigur at verða gjørt. Um almannamálaráðið ikki hevði avvíst foreldur, ið kæra eina sak, tá tey ikki seta seg inn í einstøk mál, so hevði almannamálaráðið vita betur. Tí lógin verður ikki yvirhildin í flestu førum.

 

-Familjuhjálpin