Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Affiliatión við minnilutar er problemfrítt, men eingin mannarættur (!)

2021-04-26 18:08

Hetta er pátikin sálarkvølur og, bart út sagt, mannminkandi fyri ivaleys samkynd.

Tað er púrt onki galið við at vera gay fótbóltsspælari, sjálvandi ikki!, eiheldur kristin ella myrkur.

Men í einum menniskjaligum konteksti er tað, at flasha tað, at tú "ert tað", altso samkyndur, ein substansleysur, mestsum botnleyur aktivitetur, tí hann vitnar um ein persón, ið manglar sjálvsálit og søkir ein sannsagdan samleika, ið skal kompenserast fyri.

Uppaftur verri, tó, eru hasi, ið hava fyri neyðini at signalisera sín seksualitet vegna onnur - tað vil siga fyri tey, ið hesi halda, hava hjálp og stuðul fyri neyðini.
Hetta er pátikin sálarkvølur og er, bart út sagt, mannminkandi fyri ivaleys samkynd.

Formaðurin í EB/Streymi segði í Degi og viku, at hann við ælaboganum vil fortelja fólki, at felagið er opið, at fótbóltsfelagið við Streymin er fyri øll.
So henda spurning: "Eksakt hví heldur hann, at fólk ikki hildu, at hann var tað...?"

"Tað er ein meginregla, at fótbóltur er ópolitiskur. Men júst stríðið móti mismuni eru (sic) ikki politiskt, men snýr hetta seg um universal mannarættindi," sigur eitt annað felag, B36.

At fótbóltur er ópolitiskur, tit, er eitt politiskt val. Og stríðið ímóti mismuni, hvat fyri stríð og mismun tit so enn sipa til, er púra politiskt. Og, um nakað, eru universal mannarættindi uppaftur meiri politisk. 

Tit vita ikki, hvat tit tosa um (!), og vitnar hetta um politiska analfabetismu á høgum støði.

Sostatt er talan um djúpt deydligan samleikapolitikk, enn ein roynd at vera right-on og shit, sum sjálvandi skal loyvast - men sum samtíðis avdúkar avvarðandi persónar og feløg fyri teir óinteressantu opportunistar, teir eru.

Yvirstaðið.