Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

ADHD, autisma og Chlorpyrifos

2021-11-04 07:19

Heilsufrøðiliga Starvsstovan (HS) boðar frá, at tað eru funnar stórar nøgdir av pesticidinum Chlorpyrifos í ”Grøn te med kvæde, at evnið kann elva til ADHD og autismu, og at fostur og børn vegna hetta pesticid ikki mennast so væl sum tey eiga at gera.

Hesum átti HS av røttum at vita og boða frá fyri fleiri árum síðan. Syddansk Universitet boðaði fyri árum síðan frá, at Chlorpyrifos kundi hava álvarslig heilsuárin á serstakliga børn, ið fáa skaða á heila og nervalag. Heilsufrøðiliga eigur eisini at vita, at einki markvirði er galdandi fyri Chlorpyrifos og tí kann ikki verða talan um ov stóra nøgd. Evnið skal slettis IKKI finnast í nakrari matvøru, frukt, grønmeti ella øðrum.

Men sum vant, HS og / ella Fólkaheilsuráðið sigur einki um just hetta álvarsama mál, alt meðan ADHD felagið er ovbyrjað og gravgangurin ógvusligur at fáa børn til kanningar.

Matvørudeildin hjá DTU kundi í 2020 staðfesta 94% av øllum appelsinum og mandarinum høvdu í sær ymisk sprøjtuevni. Heilsufrøðiliga hevur kanska ikki stundir at eftirkanna tær vørur sum vit vita hava evnið í sær, og alt sum gongur sum fretur eftir gleri......meðan tað sæst á serstakliga smærri børnum, at tey eru álvarsligt órógva av m.a. Clorpyrifos og eina alin langari røð av heilsuskaðiligum evnum.

Chlorpyrifos verður einamest brúkt í Spania, Kina og Thailand. ES hevur forboð móti at Chlorpyrifos verður brúkt til gróður, men limalondini eru partvís frí at gera hvat tey hava hug til. Danska matvørueftirlitið finnur upp í 10 ymisk pesticidir í konventionellari frukt. Heili 72% av frukt kundi ávísast at hava í sær pesticidir, 34% eru at finna í grønmeti, og 45% í ymsum morgunmatarvørum sum hveiti, mais og øðrum kornvørum.

Markvirði...sum verður brúkt at heimilað at matvøruídnaður sleppur at eitra føði, er sum so ikki eftirfarandi tá fleiri evni koma í bland til sonevnda "koktailvirknaðin". Hopisleyst er at ávísa einstakt evni í einari pesticidkoktail, og at just eitt ávist pesticid, enntá komið í bland við onnur evnafrøðilig evni sett til eina vøru til tess haldbari, konsistens, smakk, lit o.a., er orsøk til ymiskar heilsuskaðar.

Frukt, grønmetis- og kornvørur, ið ikki hava í sær Chlorpyrifos og onnur pesticidir, eru allar vistfrøðiligar vørur. Allar konventionellar vørur innan hesr bólkar hava eitt og inntil 10-15 ymisk pesticidir í sær.

Fólk at halda sær frá at keypa konventionellar spanskar citrusfruktir..appelsin, citrón, mandarin, clementin og limefrukt. Víndrúir, bláber og onnur ber úr Spania eiga fólk heldur ikki at keypa. Jarðber úr Hollandi og Belgia eru eisini tjokkað við pesticidum, og so at siga allar vørur úr Kina eru sproytaðar við alskyns vandamiklum evnum.

Serstakliga ein handil selur vørur har stórur partur hevur í sær Chlorpyrifos ella Glyphosate, ið er líka so vandamikið. Talan er um Rúsan. Øll konventionell reyð- og hvítvín, og aðrir drykkir har víndrúa er rávøra, hava í sær hesi evni. Ein "góður" bjór hoyrir eisini til sama vandabólk. Sum við vistfrøðiligari frukt ella grønmeti, er at halda sær til vistfrøðiligar alkoholdrykkir, tá ein hevur hug til slíkt.

Jólini nærkast.....og síggjast heilir plattar uttan fyri handlar við køssum av mandarin ella clementin...frá Spania. Halt tær langt burturi frá hesum vørum og ansa eftir at børnini IKKI eta hesa frukt. Á sama hátt við jarðberjum úr Hollandi og Belgia.

Fólkaheilsuráðið eigur nokk at verða meira frammi í skógnum og gera nógv meira við kunning til borgaran um hvørjar vørur fólk eiga at ansa sær fyri.

ADHD stavar ikki einas frá arvi, men hevur eisini sín uppruna í eiturfongdum matvørum. At talið á børnum við ADHD og autisme er økt so ógvusligt kann benda á, at tað just er vegna pesticidir, hormonórógvandi evni, litevni, tilgjørd søtievni, konserveringsevni v.m., og sum heild alt ov nógv junk- food.

Kári Thomsen