Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Aberdeen Off Shore á sinni – og grønu oljuføroyar ídag

2021-07-05 09:22

Sum tíðin tó gongur - tað eru 30 ár síðani Føroyar á fyrsta sinni vóru við á einari oljumessu, navnframu Aberdeen Off Shore. Søgan um hesa luttøku er henda:

Eg, og nøkur fá við mær, fylgdu við áhuga vaksandi oljuvinnuna í Norðsjónum og tá olja var funnin tætt við Shetlandi var sera sannlíkt at eisini olja var føroysku megin markið, og vildi hetta vera ein risa møguleiki fyri Føroyar og føroyskt vinnuliv. Eg var skjótt greiður yvir, at skuldu vit kveikja áhugan fyri Føroyum í oljuhøpi var neyðugt, at vit gjørdu vart við okkum og fóru í dialog við oljuheimin.

Eg visti um Aberdeen Off Shore, sum skuldi verða á heysti í 1991, og um várið setti eg meg í samband við messuna og leigaði ein lítlan bás. Hann kostaði rættuliga nógv, og spurdi eg tá navnframa og virkisfýsna skilamannin Kjartan Kristiansen sála, sum var stóri á Menningarstovuni, um ikki hann kundi gjalda og standa fyri básinum og hann játtaði beinanvegin.

Tað var eitt sera stort ferðalið, sum fór til Aberdeen til messuna, út ímóti 100 fólkum sum her á fyrsta sinni møttu oljuheiminum. Tryggvi Johansen, umboðsmaður okkara í Danmark, segði mær at danska Uttanríkisráðið vendi sær til hansara og spurdi, um hetta kanska var byrjanin til loysingina um vit funnu oljuna!

Messan var sera væleydnað og góður hýrur á ferðalagnum og fingu vit stóra hjálp frá vælkenda Sofusi Poulsen i Aberdeen. Øll vildu tosa við føroyingarnar, borgmeistarin í Aberdeen tók ímoti okkum og fingu flest okkara oljufepur.

Tað vísti seg at verða áhugi hjá stórum oljufeløgum at bora við Føroyar. Um vit tá høvdu nýtt momenti og loyvt boring við einari fyrbils lógarkarmi, eri eg sannførdur um, at vit høvdu havt eina oljuvinnu við Føroyar. Ístaðin lat Landsstýri seta eina tunga nevnd, sum nýtti fleiri ár uppá eina lóggávu, sum ikki var serliga attraktiv fyri nakran og fleiri óneyðug ár gingu áðrenn sett var á.

Restin er søga! Eg sjálvur varð umboðsmaður fyri Amerada Hess, seinni kom Ben Arabo við, og undir leiðslu av navnframa Richard Hardman og DONG, funnu vit rættuliga stóra olju feltið Marjun, sum liggur suður imoti markinum. Man var ivasamur um, hvussu stort feltið er, leysliga mett 60 mio tunnur, men eisini ivi hvussu legugrýtið er, og tí valdi man at bíða við at fara eftir oljuni i Marjun feltinum. Seinni funnu aðrir Ann Mari feltið har fitt av gassi er. Sostatt er prógvað, at vit hava eina virkna olju og gass framleiðslu í føroysku undirgrundini, og allarhelst stór kommerciell økir. Oljan er her, men okkara lóggáva er framvegis ikki attraktiv fyri útlendsk oljufeløg, og tí kemur ongin umsókn um leiting a okkara øki.

Hvat er status ídag á orku økinum? Vit eru greið yvir, at vit mugu sleppa burtur frá fossilum orkukeldum og vit siga at vit skulu verða grøn í 2030, men tað er næstan bara SEV og Hiddenfjord, sum taka hetta í álvara. Um SEV fær fríð at arbeiða uttan almennar fótonglar og privatiseringstos koma vit uttan iva koma rættuliga nær hesum máli. Okkara ídnaðarmálaráðharri sigur kortini vit skulu dríva á at leita eftir olju so ein kann ivast í almennu grønu visiónini og kósini, og hvussu seriøs hesi vøkru grønu orðini eru hjá Løgtingi og Landsstýri. Føroyar eru ídag per capita heimsins størsti útlátari av Co2 !

Vit innflyta olju sum ongantíð áður. Onki verður gjørt frá almennari síðu at tálma oljunýtsluni, onki príseftirlit við okkara duopoli við innflutningini av olju, Meira orku sum teir stóru kundarnar hjá SEV nyta, bíligari er streymurin hjá teimum, so tað er bara at koyra á. Okkara viðbrekni búskapur er gísli hjá altjóða oljumarknaðnum. Tíðin er kanska komin at vit koma í ta margháttligu støðu, at vit verða noydd at fara eftir okkara olju og gass tilfeingi fyri at tryggja Føroyum orku so leingi vit enn hava tørv á olju og ikki tora at sleppa henni, kosta hvat tað vil!

Ensku oljufeltini Feltini Rosebank og Cambo liggja beint við okkara øki, og fara hesi undir framleiðslu um stutta tíð, og fer Føroya Tele at veita teletænastur til hesi økir og verða eisini stórir møgulleikar hjá føroyskari vinnu at sleppa upp í part her, so oljuvinnan er framvegis beint uttanfyri dyrnar um man vil tað ella ikki.

Norðan fyri Føroyar liggur stóra gassfeltið Kúlubúkan. Um vit fara eftir hesum gassi – sum kanska kann kallast ljósagrønt – og lata nýggja Sundsverki nýta LNG hagani, hava vit eina bíliga orkukeldu sum kann vara næstu 100 árini! Vit hava gott samband við Rusland. Kanska vit skulu taka hetta málið upp við teirra stóra gassfelag Gazprom og bjóða teimum at taka gassið upp fyri okkum?

Hesir er spurningar av risa týdningi fyri Føroyar, og sum Løgtingið má fyrihalda seg til. Skulu vit hava eina grønar Føroyar og taka tær avbjóðingar sum skulu til ella skulu vit halta víðari á oljubreytini og bara halda at tað gongur nokk?

Eg persónliga gangi inn fyr einum 100 % grønum Føroyum. Uttan iva er sjóafallsorka størsti møgulleiki vit hava heldur enn at tapetsera okkara lítla land við ov nogvum vindmyllum. Alt tos her á landi um veðurlagsbroytingar er støðgað upp. Tað sum hevur ahuga her a landi eru sethusaprisar og sølan av nýggjum bilum.

Vit síggja ræðuligar veðurlagsbroytingar kring knøttin, serliga i USA fyri tiðina, alt orsakað av okkara nýtslu av fossilum orkukeldum. Í farnu viku hevði bygdin Lytton i British Columbia canadiskt hitamet við 50 stigum – nakrar dagar seinni var bygdin kolað upp av skógareldum.

Hesar broytingar fara at vaksa ár um ár og vit kenna tær eisini her á landi við meira vindi, ódnum, avfalli og kulda. Arktis og jøklarnir i Norðurhøvum minka í stórum. Eg vóni at hesar veðurlagsbroytingar ikki fara at hava katastrofala ávirkan á okkara pelagiska fiskameingi kring okkum – hvørvir sildin og makrelurin – sum hann gjørdi i Grønlandi fyri tveimum árum síðani – og fáa vit alguboom og fiskasjukur sum ger aling ómøguliga, ja so verður lítið hugaligt her a okkara grønu klettum.

Johan Mortensen