Stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsvalið í 2011, og varð vald inn.
Havi síðan umboðað Javnaðarflokkin í Trivnaðarnevndini og Mentanarnevndini í valskeiðinum 2011-2015, og sum landsstýriskvinna í Mentamálum sep. 2015 - jan. 2019.

Eri 47 ár, gift og mamma at trimum børnum (19, 21 og 29 ár).

Eri læraralærd og virkaði í Eysturskúlanum, áðrenn leiðin gekk oman í Miðlahúsið sum tíðindafólk, og hareftir sum kunningarfólk hjá Starvsmannafelagnum.

Havi harumframt verið sjálvstøðugt fríyrkisfólk í mong ár sum skribentur, kunningarráðgevi og fundarstjóri.

Maðurin er 47 ára gamli Arnbjørn Ó. Dalsgarð av Velbastað.

Mamma er Durita Dam, dóttir Ólav Rasmussen og Rigmor Restorff úr Havn.
Pápi er Bergur P. Dam, sonur Petur Mohr Dam og Ragnhild Dam (f. Strøm) av Tvøroyri.

Á listaligum víddum

2019-08-28 22:58

Í grein um mentan og list í Dimmalætting herfyri rør mentamaðurin Eyðun Johannessen uppundir, at tað hevði verið stuttligt, spennandi og nýskapandi, hevði onkur í politiska orðaskiftinum torað at sett orð á dreymar og visjónir, og torað at farið út á tær stóru víddirnar.

Tíverri verða mentamál ikki viðgjørd í vanligu valsendingunum. Hetta ger tað truplari at vísa á okkara dreymar, mál og visjónir á mentanarøkinum. Men, sum landsstýriskvinna í mentamálum fyri Javnaðarflokkin, kann eg siga, at vit hava ikki einans sett orð á dreymar og visjónir, vit hava eisini gjørt fleiri teirra til veruleika.


Mentan og vinna

Nógvastaðni kring okkum fyllir vinnuligi parturin av mentanarpolitikkinum nærum alt. Also, at peningaligur vinningur er málið við sjálvum mentanarpolitikkinum. Hetta ynskti eg ikki sum landsstýriskvinna í mentamálum. Tí í mínum hugaheimi hava mentan og list fult virði í sjálvum sær. Spyrt tú meg, hví listin hevur týdning, er mítt einfalda svar: Tí!

Í fullum forstáilsi millum partarnar valdu vit tí at leggja hendan partin yvir til Vinnumálaráðið, sum eitt nú orðaði politikk um skapandi vinnur og stovnaði útflutnings- og vinnustovur fyri film og tónleik.

So kundi Mentamálaráðið hugsavna seg um sjálvan stuðulin og politikkin fyri skapandi list, mál og mentan, ítrótt, miðlar og kirkjumál.

Loyvi mær her at tríva í nakrar av mínum dreymum á økinum. Onkrir teirra longu realiseraðir av mentasamgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.


Sømiligari livikor

Skal listin veruliga blóma, er neyðugt, at vit í skúlum, undirvísingar- og frítíðartilboðum, og í hugburði okkara til listina, eggja ungum sum eldri til at menna sínar listarligu gávur, og at geva øllum atgongd til at brúka og njóta listina.

Men líka so neyðugt er tað, at vit hava listafólk, sum kunnu liva av síni list. Tí setti eg mær fyri, saman við mínum samgongufelagum, at fáa yrkislistafólkum sømiligari sømdir.

Vit hækkaðu játtanin til Mentanargrunnin úr 6,2 mió. kr. upp í 10 mió. kr. og stovnaðu skipan við listafólkaløn, sum eftir øllum at døma er somikið slóðbrótandi, at hon javnan hevur givið afturljóð í grannalondunum.

Skipanin ger, at níggju yrkislistafólk, sum serkøn fólk, eftir umsókn og út frá meginregluni um armslongd, hava mett sum skikkað til hesa løn, kunnu fáa fasta mánaðarløn, svarandi til eina læraraløn, í trý ár í senn. Hetta er ein sterk byrjan, sum, sleppur hon at halda fram, fer at gera tað møguligt hjá nøkrum av okkara frægastu listafólkum at hava listina sum vinnuveg burturav í ávís tíðarskeið.


At virða listina

Listafólkaútbúgving á Setrinum er eisini eitt, sum kendist sum ein utopi, men sum nú er veruleiki. Hendan fer heilt givið yvirskipað at økja um tilvitanina, virðingina og um týdningin av list og listaligum arbeiði allastaðni í samfelagnum.

Eitt annað týðandi stig at skapa listafólkum sømiligar sømdir er, at vit hava skipað upphavsrættarøkið, so listafólk kunnu fáa uppiborna samsýning. Fjølrit er eisini farið at rigga aftur, so høvundar og onnur frameftir fáa samsýning frá landi og kommunum fyri avritað tilfar. Harumframt er játtanin til bókasavnsgjald og ljóðbókatænastuna økt, bæði í verandi fíggjarlóg og kørmunum fyri komandi.

Hetta eru alt týðandi stig fram ímóti at skapa listafólkum betri kor – ikki nóg mikið, men ein góð byrjan.


Skipað listprýðing

Í Føroyum hava vit í minni og størri mun valt at listprýða almennar bygningar. Tað er at fegnast um, at tað almenna kann vera við til at ríka almenna rúmið – og soleiðis eisini er við til at tryggja listafólkunum bæði marknaðarføring, virðing og samsýning fyri sítt arbeiði.

Sjálv gjørdist eg ikki sørt skøkk, tá eg varnaðist, at listprýðingin als ikki hevði verið partur av fyrireikingunum til skúladepilin í Marknagili, sum langt síðan var farin í gongd, tá eg tók við. Hetta setti eg so ferð á beinanvegin.

Eftir er nú at áseta við lóg, at ein ávísur partur av játtanini til almennar bygningar hjá landinum skal vera til listprýðing, og at hendan tilgongd skal byrja, áðrenn fyrsta strikan er sett á tekningarnar. Harumframt er umráðandi, at tað almenna nýtir yrkislærd í slíkum tilgongdum, so vit tryggja eitt høgt fakligt støði.


Piratarnir koma

Í summum førum er listin ikki ítøkilig listprýðing. Tað sæst ikki fysiskt, tá tónleikur er partur av rúminum, til dømis í einum handilshøli, men hetta verður tilvitað brúkt sum partur av upplivingini í hølunum, har tey vitjandi skulu kenna seg væl. Sjálvandi skulu tónlistafólkini eisini hava løn fyri sítt arbeiði. Einstaki tónleikarin kann ikki – eins og málarin ella myndahøggarin – tryggja sær inntøku fyri sítt verk, hvørja ferð tað verður brúkt, og tí hevur tónleikaídnaðurin felagsskapin KODA, sum hevur til endamáls at tryggja tónleikarum, tónasmiðum og sangskrivarum síni rættindi.

Tað gongur yvir mín forstand, at hendan skipan er nakað, ið ávísir politikkarar vilja taka av. Og eg kann ið hvussu so er vissa um, at tað verður ikki við Javnaðarflokkinum við stýrisvølin, at Føroyar verða umskipaðar til ein pirat-stat.


Dreymadalurin

Tá Studentaskúlin flutti úr Hoydølum, vórðu møguleikar fyri víðskygdum visjónum, sum kunnu røkka bæði inn á sál, út í heim og fram í tíð. Eftir lá ein røð av bygningum við spennandi potentiali, í einum hinum náttúruvakrasta umhvørvinum í høvuðstaðarøkinum. Hugskotskapping varð hildin, nógv góð uppskot vóru um, hvat bygningarnir skuldu brúkast til. Fyri meg, og mong við mær, var tó avgerðandi, at so stórur partur av Føroya fólki, sum til bar, fekk ágóða av tí virksemi, sum fór at vera har. Tí eri eg so sera fegin um, at undirtøka fekst fyri uppskotinum hjá LISA um at lata listini, saman við einum av fremstu mentanarstovnum okkara, Tjóðsavninum, bygningarnar.

Eg eri onga løtu í iva um, at vit við hesum hava skapt jørðildi fyri nógvar listaspírar, sum við passaligari taðing fara at verða til ein blómandi urtagarð. Til tess krevst politiskur vilji, dirvi og játtan til at fullføra ætlanina um, at Hoydalar skal hýsa einum fjølbroyttum lista- og mentanarumhvørvi. Mín lutur skal so ikki liggja eftir!


Tolin trívst í hitanum

Tað sama kann sigast um verkætlanina við Tjóðpallinum, sum eg droymdi um at koma longri við. Fyrireikingarnar eru gjørdar, umframt, at heimild og játtan er fingin til vega at fara víðari. Mítt ynski er tó framvegis, at vit sum land játta størri part av verkætlanini, so tað ikki verður ov møtumikið at koma víðari. Eins og við fleiri øðrum góðum løguætlanum var ikki ráðiligt at seta meira ferð á upphitaða búskapin. So Tjóðpallurin liggur, saman við Kampus, Barnaheimi og øðrum, í fremstu røð, tá tað kølnar aftur. Í fyrsta umfari kunnu vit so vóna, at hækkaða játtanin til yrkisleiklist munar eitt sindur, so vit eisini í komandi tíðum verða ríkað við dygdarleiklist á føroyskum máli – tí ongin annar ger tað fyri okkum.


Sangur og tónleikur savnar

Føroyingar eru syngjandi fólk. Í sanginum hittast vit tvørtur um øll mørk, sum kanska spjaða okkum til dagligt. Hóast stór list bæði er mál og miðil, sum røkkur um landamørk, so sprettur hon altíð úr einum ítøkiligum mentanarbundnum veruleika. Og okkara veruleiki – okkara samleiki – er føroyskur.

Í árinum fyri málmenning hjá børnum, 2018, góvu vit út Barnasangbók Føroya. Ein fólkaskattur av nýggjum og gomlum sangum, sum øll børn fáa í vøggugávu frá landinum, og sum fer at hjálpa teimum og okkum øllum til betri og fjølbroyttari rótfesti í okkara felags sangskatti.

Eins og fyrimyndarliga musikkskúlaskipanin, er eisini Føroya Symfoniorkestur á mangan hátt sum humluflugan; løtt á flogi, hóast náttúrulógirnar tala ímóti. Orkestrið dregur til sín dunaligar tónleikarar úr útlondum, sum saman við gávaðum føroyingum heima og úti ríka okkum við tónlist á høgum og støðugt hækkandi støði. Tí eri eg fegin um, at bæði musikkskúlin og symfoniorkestrið, sum hava rikist sum tongul í brimi í áravís, nú endiliga hava fingið betri skipaðar karmar, lógarverk og hægri játtan. Ynskiligt er tó, at játtanin til musikkskúlan verður økt somikið, at øll børn í Føroyum fáa møguleika at læra eitt ljóðføri.


Æviga stríðið móti rindalismuni

Hugsi, at vit hava ikki so lítið at fegnast um, nú vit taka samanum. Og hvussu neyðugt tað er, at velja røttu flokkarnar og røttu fólkini at bera longur fram á leið. Og ikki minst, at gera manngarð ímóti teimum politikarum, sum í ramasta álvara vilja taka virðini frá okkara skapandi listafólki. Tað verið seg teir, sum vilja avtaka KODA ella hann, sum á tingsins røðarapalli herfyri harseleraði ímóti, at landið letur listafólkaløn til atfinningarsaman høvund. Slík rindalisma er demokratisk vandakós.

Tað ræður um, at vit hava dreymar og visjónir, og við teimum vísa mentanini og listini, at vit vilja hana. Meira ræður tó um, at vit skapa umstøður, sum gera tað møguligt hjá teimum, sum fáast við hesi yrki at liva eitt sømiligt lív.

Tí, sum Eyðun Johannessen eisini skrivar so væl, so tørvar okkum andaliga føði og mentanarligar innspræningar, skulu vit vera heilstoypt sum menniskju.


Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin