46,5 nýggj støðug ársverk í Klaksvík

2012-12-13 16:37

Tað er sera hugaligt, nú hettar býráðskeiðið er um at verða liðugt, at tað í hesi setuni eru komin 46,5 nýggj støðug ársverk innan tað sosiala økið til Klaksvíkar. Tá vit so hugsa um, at tað eru fleiri, sum ynskja at arbeiða niðursetta tíð, kann hetta lættliga hava við sær, at uml. 60 fólk ella fleiri fáa støðugt arbeiði.

Á Brekku í Klaksvík verða bygdar íbúðir til fólk við serligum avbjóðingum. Hetta er eitt samstarv millum Klaksvíkar kommunu og landið. Fyrst og fremst er tað sjálvandi hugaligt, at fólk við serligum avbjóðingum nú fáa møguleika at búgva fyri seg sjálvan í góðum íbúðum. Eftir ætlan verða hesar íbúðir longu lidnar vári 2014. Hendan íløgan skapar 20 nýggj støðug ársverk í Klaksvík.

Nýggja Røktarheimið við Vánna verður liðugt eftir ætlan longu í juli 2013. Eisini her er tað fyrst og fremst gleðiligt, at Røktarheimið fer at bøta munandi uppá tørvin á eldraøkinum. Hendan íløgan fer at skapa 26,5 nýggj støðug arbeiðspláss í Klaksvík.

Her er talan í stórstan mun um arbeiðspláss, sum verða røkt av kvinnum. Tí er tað tess meir gleðiligt at vit við hesum fáa fleiri nýggj støðug arbeiðspláss til kvinnur, tá kanningar vísa, at tað serliga eru kvinnurnar, sum rýma av landinum. 


Sjálv havi eg gingið sera høgt uppí , at vit skulu hava fleiri støðug arbeiðspláss óansæð hvussu veðrið, streymur ella fiskiskapurin er. Hetta hevur stóran týdning fyri økið her norðuri og er hetta eitt stig á leiðini.

Tað er langt eftir á mál enn, men hetta er rættur vegurin at ganga. Serliga eru tað vitunartung arbeiðspláss vit hava brúk fyri og eru tey ein partur av hesi íløgu.

Eg síggi fyri mær, at vinnan í framtíðini fer at koma meira við, og verður tað kanska serliga innan gransking og vørumenning í fiskiídnaðinum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, býráðslimur