Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

378 búðstaðir og 155 í gerð

2021-04-29 21:34

Óunniligir leikir handan politisku leiktjøldini endaðu eina spennandi avbjóðing at byggja leiguíbúðir og fjøltátta bústaðamarknaðin

Eitt skeið í bústaðapolitikki er runnið. Sjálvur havi eg saman við góðum fólki verið ein partur í hesum prosjekti, sum hevur havt sum mál at byggja leiguíbúðir og fjøltátta bústaðamarknaðin. Skeiðið er runnið arbeiðaradagin 1. mai, tí tá tekur eitt nýtt stýri fyri Bústaðir við, og eftir lógarbroytingini loysir vinnupolitikkur bústaðapolitikkin av.

Eftir broyttu lógini fekk landsstýriskvinnan í bústaðamálum heimild at velja nýtt stýrið, og síðani hevur hon valt annan lim í staðin fyi meg. Eg eri ikki firtin, tí eg hugsaði sjálvur um at siga meg úr stýrinum, tá eg fór um eftirlønaraldur, men valdi eftir áheitanir at bíða, til skeiðið var runnið næsta ár.

Hinvegin eri eg harmur um tann óvirðiliga mátan, sum Almannaráðið sýndi. Framferðin er respektleys. Eg fekk eingi formlig boð, fyrr enn nýtt stýrið hevði skipað seg. Tá var ein lotur aðalstjóri í telefonini.

Eg dvølji tó ikki við hendingina, tí tað er so nógv hugaligari at fegnast um avrikini hjá Bústøðum. Í míni tíð sum formaður er tað eydnast at fáa í lag eina skipaða leiguíbúðabygging fyri fyrstuferð. Og avrikslistin er hesin:

  • 31 verkætlanir
  • 378 leigumál
  • 155 íbúðir í gerð

Harafturat eru omanfyri íbúðir 100 í umbúna. Tann mest spennandi verkætlanin er við Dalavegin, har um 40 íbúðir skulu byggjast sum túnbýlingur. Grannarnir fegnast, tí teir sleppa undan einum blokki.

Verkætlanirnar høvdu ikki verið framdar uttan hugsjónina um, at øll í Føroyum skulu hava ein virðiligan bústað, og eina góða stjórn og góð starvsfólk á Bústøðum.

Sambandið hoyknar

“Tað er mangur leikur í longum talvi”. Summir skitnir. Tað síggja vit í málinum at geva Bústøðum virkismøguleikar.

Tá hetta landsstýrið tók við, lá eitt uppskot um at veita Bústøðum eina fíggingarheimild. Undan valinum í 2019 segði formaðurin í fíggjarnevndini, at tað skuldi bara “koyrast ígjøgnum”. Men fimm mánaðir seinri var “støðan ein onnur” segði sami maður - Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Men støðan var ikki ein onnur. Hvørki hjá teimum 2500 føroyingunum, sum bíða eftir eini íbúð, ella hjá sjálvum Bústøðum. Politiska støðan var afturímóti ein onnur, og hon taldi meira enn endamálið hjá Bústøðum, sum er at fáa fleiri føroyingum tak yvir høvdið. Tá tað er sagt, vita tey flestu, at politiska landslagið var broytt.

Síðani hevur tilgongdin verið ein glantrileikur. Men løgið er, at hvørki politikkarar, miðlar ella meiningssmiðir hava umrøtt grundleggjandi spurningar sum:

· Skulu vit fjøltátta bústaðamarknaðin við lutfalsliga bíligum leigu- og lutaíbúðum, so fleiri føroyingar fáa ein virðiligan bústað á non-profit støði?

· Ella skal vinningur, og avkast, vera grundleggjandi í bústaðapolitikki, og hvørjar avleiðingar fær tað fyri leiguna?

Bústaðir hava bygt sítt virksemi á hugtakið non-profit, eins og almannabústaðafeløg í Norðurlondum, men hetta hugtakið tykist at fara í dvala.

Miðvís ætlan

Nýggja landsstýriskvinnan í bústaðamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, avdúkaði hvørki visjónir ella ætlanir, tá Bústaðir kunnaðu hana um virksemi síni, og grundgóvu fyri eini fíggingarheimild. Hon boðaði afturímóti fleiri ferðir frá, at hon mátti ráðføra seg við floksformannin. Eitt nú tá hon varð spurd um orðingar í samgonguskjalinum um bústaðaviðurskifti.

Hvørji ráðini vóru, er ógreitt. Men úrslitið varð ein arbeiðsbólkur. Arbeiðið hjá tí “skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkinum” fer neyvan í bústaðapolitisku søguna sum ein varði. Umframt arbeiðssetningin hjá Almannamálaráðnum, kom eitt eyka punkt aftaná - at javnseta alment og privat. Hvaðani kom tað? Og so fekk arbeiðsbólkurin, sum var mannaður við yvirskipaðum áhugafeløgum, ein nýggjan lim – tann privata útleigaran Mark. Mark hevði bygt nakrar leiguíbúðir - alla æru vert – og helt, at teir fyrimunir, sum Bústaðir høvdu, avlagaðu eina møguliga kapping.

Frágreiðingin bendir á, at tað eydnaðist ikki formanninum í bólkinum, sum nú skal stýra Bústøðum, at samansjóða ymisku sjónarmiðini, sum tíðindafundurin í Almannamálaránum í mars í 2020 var eitt pínligt dømi um. Nú er hann, sum vildi niðurkapitalisera Bústaðir, valdur í stýrið, hóast hann er fulltrúi í sama aðalráði. Hvussu er við gegnisspurninginum? Var hetta ein miðvís ætlan frá byrjan? Og hvat er næsta stigið í strategiini?

Áhugaverdur er eisini spurningurin, um leiðslan í Almannaráðnum mælti frá at velja hann í stýrið? Tá landsstýriskvinnan fekk spurningin í Degi og Viku, mól hon sum hundur um heitan greyt. Hon noktaði ikki fyri, at hon hevði fingið eitt frámæli.

Nyttuleys togtogan

Einki týðandi úr frágreiðingini hjá arbeiðsbólkinum sást aftur í lógaruppskotinum, sum kom til hoyringar í juni 2020. Heldur ikki uppskotið at niðurkapitalisera Bústaðir 350 mió.kr. og gjalda landskassanum peningin.

Togtoganin á 10-15 fundum var sostatt burturspilt orka og tíð. Dýrir tímar. Men eftir lógaruppskotinum skuldu privatir íleggjarar nú vera við í verkætlanum í økjum, har grundarlag var fyri kapping - í Havnini, við Skálafjørðin og í Klaksvík. Bústaðir mæltu í hoyringsskrivi staðiliga frá, at henda ásetingin skuldi vera eitt krav. Tað sama gjørdu kommunur og nakrir samgongulimir. Bústaðir vildu sjálvir avgera, nær og hvar tað var hóskiligt at fáa íleggjarar við í verkætlanum.

Kortini var henda ásetingin í lógaruppskotinum, tá tað loksins kom í tingið í desember 2020. Bústaðir mæltu aftur frá í hoyringsskriv. Í jólamánaðinum var friður, so “bústaðapakkin” bíðaði. Men frammanundan var ein ótespilig tilgongd farin fram.

Brot á armslongd og jarnbrot tikið fram

Síðst í oktober varð stýrið boðsent at skriva undir eitt skjal. Eitt Letter of Intend. Ynskið var, at stjórin ikki kom við. Eg gjørdi greitt, at stjórin var skrivari hjá stýrinum, so sjálvandi kom hann við. Eg bað um at fáa skrivið undan fundinum. Tað kom seinrapart fríggjadag, so stundir vóru ikki at viðgera tað undan fundinum mánamorgun.

Hóast Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir segði seg virða suverenitetin hjá stýrinum, hevði hon eitt ynski um, at stýrið skrivaði undir eitt semjuskjal. Skjalið hevði tað nógv umrødda brotið úr lógaruppskotinum um at býta landið upp í øki við.

Tá vit spurdu hví, var svarið, at um stýrið skrivaði undir skjalið, fór ætlanin helst “at glíða niðurum” hjá summum í samgonguni, stendur í mínum notati. Við øðrum orðum royndi landsstýriskvinnan at bróta sjálvstøðuna hjá stýrinum og brúka stýrið sum jarnbrot fyri at fáa undirtøku.

Vit vístu á, at í juli høvdu vit skrivað hoyringsskriv, har vit ikki tóku undir við ætlanini at byggjast skuldi eftir vinnuligum leisti í økjum, har grundarlag var fyri kapping, og at vit ikki høvdu broytt hugsan.

Men aðalráðið roynd einaferð afturat, tó í einum minni víðgongdum skjali. Men stýrið svaraði diplomatiskt, at Bústaðir sóu fram í móti samstarvi við privatar íleggjarar í partafeløgum, tá heimildin at fíggja nýggjar verkætlanir var komin til høldar.

Drúgv nevndarviðgerð

Tá Trivnaðarnevndin hevði arbeitt ein mánað við málinum, fekk eg at vita, at nevndin var næstan samd, og at ein meiriluti lá ikki langt frá sjónarmiðunum hjá Bústøðum. Sjónarmið, sum vit høvdu lagt fram á einum góðum fundi í Trivnaðarnevndini.

Men í somu viku sum álitið var væntandi, bað Trivnaðarnevndin – ella onkur strategur – um eyka tíð. Kladdan til álitið fekk eitt ískoyti. Bústaðir fingu undirtøku í nógvum, men “nakað fyri nakað”, tí nú skuldu knappliga allar verkætlanir fremjast saman við íleggjarum, og stýrið skuldi víðkast upp í 5 limir. Í støðum eingin íleggjari vil vera, skuldi landsstýrismaðurin góðtaka verkætlanina hjá Bústøðum. V.ø.o. skulu Bústaðir undir beinleiðis fyrisiting landsstýrismasins. Stýri og stjórn skuldu setast tik viks.

Og hví skuldið stýrið fyri Bústaðir hava fleiri limir, samstundis sum ein onnur almenn nevnd skuldi minkast og eitt almennt ráð skuldi strikast fyri at spara? Almenningurin fekk ikki nakra logiska frágreiðing. Sjálvandi búði okkurt annað undir.

Kostnaðurin at hækka talið á stýrislimum er tann sami, sum tvær av teimum lægru leiguinntøkunum um árið. Stýrislimirnir fáa 60.000 kr. árliga. Tilsamans 120.000 kr. umframt onnur gjøld. Og man samsýningin hjá formanninum ikki fara at hækka úr 6000 kr.?

Buktina og báðar endarnar

Samtykta lógarbroytingin gav landsstýriskvinnuni møguleika at velja nýtt stýrið - annaðhvørt ár tveir limir og annaðhvørt tríggjar. Sjálvandi vildi landsstýriskvinnan tryggja sær meirilutan, nú tað loksins var eydnast henni at fáa fíggingarheimild - 450 mió.kr. - og ein nýggjan politikk.

Sambandsflokkurin gav fólkaflokkinum heimild at velja tríggjar nýggjar limir nú. Tað merkti, at ein skuldi út. At onkur í samgonguni er minni fegin, nú tann eini flokkurin fekk buktina og báðar endarnar, sigur ikki so nógv um ein miðvísan bústaðapolitikk, men meira um hvør dró tað longra stráið.

At tað skuldi taka meira enn tvey ár at geva Bústøðum framtíðar virkismøguleikar, soleiðis at at arbeiðast kann fram ímóti, at fleiri landsmenn fáa ein virðiligan leigubústað, sum stórur tørvur er á, er ikki sømiligt.

Málsgongdin tykist vísa, at tað hevði størri áhuga at finna eina semju um annað, enn at geva Bústøðum møguleikan at halda fram at leggja ætlanir til rættis saman við byggifyritøkum og kommunum, sum fegnar vilja hava fleiri leigu- og lutaíbúðir.

Áhugaverd og spennandi avbjóðing

Eitt 11 ára skeið er runnið. Eg takki teimum, sum vístu okkum og mær álit.

Tað var ein spennandi avbjóðing hjá nýskipaða Bústøðum at byggja, eiga og leiga íbúðir. Nógv ikki hildu vera møguliga. Hóast fleiri hava róð ímóti okkum, er tað eydnast at seta sjøtul á eitt skipað leigubyggjarí, so alsamt fleiri føroyingur fáa ein virðiligan bústað fyri eina sømiliga leigu undir skipaðum viðurskiftum. Vónandi kunnu Bústaðir halda fram á somu kós.

Í Soylugørðum hin 28. apríl 2021

Jóhann Mortensen