Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Zionisman ER trupulleikin

2020-07-06 12:22

Soleiðis skrivar dansk-palestinska vinarfelagið í dag, og sum eisini er satt, at just kjarnin í Miðeysturtrupulleikanum er zionistiska hugsjónin, ið annars einki hevur við jødatrúgv at gera:

Zionismen ER problemet

Fantastisk som den konstante og sædvanlige udenom snak, hvor alt og alle forsøges at gøres til problemet. Men alle glemmer at problemet i det besatte Palæstina ER den racistiske ideologi Zionismen, der har bragt besættelsen, undertrykkelsen, forfølgelse, etniskudrensning, mord, ustabilitet og årtiers tilstand af krig og ufred til Palæstina og hele Mellemøsten!


Syndarligt er at so nógvir trúgvandi og hampa føroyingar ikki duga ella rættari kanska ikki vilja síggja ljóta verunleikan sum hann vísir seg, men fella til bíbilskar / mytologiskar tekstir, tilbiðan av heilagum støðum í Miðeystri, og enntá siga seg síggja fram til Armageddon - tileinkisgerðan av heiminum sum eina atgongd til Paradís.
At slíkur hugsunarháttur skal verða aðaltátturin í lívinum, er púrasta burturvið og hevur einki við næstrakærleika ella virðing fyri skapanarvekinum at gera.
Um ynski skal verða eitt altoyðandi atomkrígg, og slíkt skal verða tað einasta rætta fyri at sleppa í Paradís, er okkurt sum er blivið rablandi ørt í knokkinum á fólki.

Ein áheitan kann tí verða til m.a. Svenning av Lofti og aðrar trúgvandi og fyrikomandi menn og kvinnur, ikki at fella í grøvina hjá einum hersetingarvaldi sum tað hjá Netanyahu, men stuðla vanliga jødanum og øðrum átrúnaðum, ið øll hava sín rætt til persónliga trúgv og eitt lív í friði og góðari tilveru við onnur fólkasløg.

USA-stjórnin hevur í dag tikið aftur sín stuðul til hersetingarvaldið til framhaldandi ognartøku av palestinskari jørð, og kann so vónast at løgmaður alment boðar frá at Jenis av Rana ikki fær sína umboðsstovu í Eysturjerusalem.