ZAREPTALEGUR 2018

Kristiliga Tíðindatænastan – gjaranes@gmail.com – SKRIVAÐ: pjd 28.06.2018

MYND: Børn á summarlegu í Zarepta

Tú kanst hoyra innslagið her:  https://r7.fo/news/10788/kristilig-tidindi-69-kristiliga-tidindasendingin-vid-poul-johan-djurhuus

___________________________________________________________

ZAREPTAKALENDARIN

- 26. apríl til 12. oktober.

Zareptaárið er gott og væl komið í gongd, sum byrjaði 26. apríl við legu fyri fólk, ið bera brek. Síðani byrjaðu familjulegurnar mánadagin 14. mai, og seinasta familjulegan endaði fríggjadagin 22. juni.

Tað eru í alt 7. familjulegur, har tann sjeynda verður hildin aftan á summarlegurnar í døgunum 23. til 26. august. Hendan seinasta familjulegan er ein lega fyri familjur við børnum, sum bera brek.

Kristiliga Tíðindasendingin tosaði við Mariu á Lakjuni, sum er við í dagligu leiðsluni í Zarepta, og hon sigur, at familjulegurnar hava gingið sera væl í ár, og at tað er einki at ivast í, at familjulegurnar eru rættuliga populerar millum smábarnafamiljurnar. Síðani nýggja húsið, Niðaralon, varð tikið í brúk fyri tveimum árum síðani, so eru tað pláss fyri 32 familjum til hvørja legu, og nýggja lonin hevur roynst sera væl.

Temaði í familjulegunum í ár hevur verið: Hvar leigi eg børn míni? Tað hevur verið sama undirvísingarskrá til allar seks familjulegurnar, og somu persónar hava havt bíbliutímarnar á øllum seks legunum. Bíbliutímarnir eru allir fyrrapartin, meðan skráin fyri kvøldini er meira fjølbroytt við vitnisburðarløtum, fyrilestrum, sangløtum o.s.v.

SUMMARLEGURNAR
Týsdagin 26. juni fór sjálv summarlegan av bakkastokki, og tað var sum vanligt byrjað við teimum 16 – 17 ára gomlu, og tann seinasta summarlegan eru tey 9 ára gomlu, sum byrjar hósdagin 09. august og endar sunnudagin 12. august. Tá hava tað verið í alt 14 familju- og summarlegur hvør eftir aðra.

STARVSFÓLK Nú í Zarepta er vorðin ein depil við trimum stórum búbygningum, so er tørvur á enn fleiri starvsfólkum, sum t.d. náttarvaktum og umsjónarfólkum, tá viðlíkahaldið, reinførið og trygdin altið skal vera í hásæti í Zarepta. Eisini er brúk fyri fólki í køkinum, grovkøkinum, uppvaskirúminum, matarhøllini, ítrivinum o.s.v. Tá talan er um, at fleiri 100 fólk eru savnaði hvørja viku, so er eisini neyðugt, at heilsufólk er á hvørji legu t.d. sjúkrarøktarfrøðingur ella lækni.

Leiðslan í Zarepta vónar, at fólk bjóðar seg fram til hesi starvsøkini. Ynskir ein at vita meiri um hetta, er ein vælkomin at tosa við Fríðgerð Rasmussen á telefon 284040.

NÝGGI SVIMJIHYLURIN
Sjálvbodnir arbeiðsmenn hava arbeitt upp á nýggja svimjihylin, sum er í sunnara enda av Niðarulon. Tá Kristiliga Tíðindasendingin tosaði við Zarepta í vikuni, tá var upplýst, at betongarbeiði er mest sum liðugt, og at nú er eftir at flísaleggja svimjihylin og nakað av rør- og elinnleggingum. Teir, sum arbeiða upp á hylin siga, at teir gera alt tað teir kunnu, til tess at hylurin kann vera liðugur til summarið 2019, men teir kunnu tó ikki siga tað við vissu.

LEGUSTUÐUL Leiðslan í Zarepta vónar ikki, at tað eru familjur, sum av peningaligum orsøkum ikki senda síni børn á summarlegu í Zarepta. Í faldaranum, sum Zarepta hevur sent út í ár, sigur leiðslan: “Eingin má setast aftur at koma á legu vegna peningatrupuleikar. Foreldur, ið ikki hava ráð at lata barnið ella fleiri børn koma á legu, kunnu søkja um stuðul. Umsóknarblað fæst við at ringja á tlf. 216140.”

LEIÐSLA Zarepta er ein sjálvsognarstovnur við eini 11-mannanevnd, sum setur eina høvuðsleiðslu at taka sær av dagligu leiðsluni. Í dagligu leiðsluni í dag sita: Jens Bech av Skála – Miriam Rasmussen úr Runavíkini – Jákup N. Olsen Tórshavn – og Maria á Lakjuni, Klaksvík.

KRISTILIGA TÍÐINDATÆNASTAN YNSKIR GUDS SIGNING VIÐ

SUMMARLEGUNUM Í ZAREPTA 2018!