ZACHARIAS ZACHARIASSEN Á MINNISFLØGU - søgulig fløga!

2018-12-11 23:53

Kristiliga Tíðindatænastan v/pjd - gjaranes@gmail.com Tlf: +298 228314

Skrivað: poul jóhan djurhuus 20.11.18

Tú kanst hoyra innslagið í Kristiligu Tíðindasendingini nr.76 á R7.fo

________________________________________________________________________________________

ZACHARIAS ZACHARIASSEN Á FLØGU

- ein søgulig fløga

Í seinastu tíðindasending høvdu vit eitt innslag um minnisfløguna, sum synirnir hjá Zacharias Zachariassen hava givið út til minnis um pápa teirra. Nú vit hava hoyrt fløguna, ynskir Kristiliga Tíðindasendingin at endurtaka innslagið við nøkrum ískoytum, har vit m.a. koma at hoyra tvey sanginnsløg úr fløguni.

Zacharias Zachariassen andaðist í august mánaða í fjør 82 ára gamal. Hann hevur lagt eftir seg hópin av skrivligum sang- og sálmatilfari, og eisini yrkingar.Hann skrivaði og týddi hópin av sangum, og hann eigur ikki færri enn 122 sangir í NÝGGJU SONGBÓK GUDS FÓLKS. Onkur hevur sagt tað soleiðis, at Zacharias Zachariassen hevur skrivað seg í søguna, sum ein av okkara fremstu yrkjarum innan føroyska samkomusøgu.

Í sínum yngri døgum var Zacharias eisini virkin sum sangari. Í árunum 1960 til 1962 gav plátuforlagið hjá Williami Sloan, HØRPUTÓNAR, út tríggjar grammofonplátur við Zacharias Zachariassen, sum gjørdust sannar fólkogn, og vóru javnan at hoyra í ynskikonsertini hjá Útvarp Føroya sunnudagar seinnapart; og her má sannast, at Zacharias var sannur pionerur á økinum.

Vit hoyra nú eitt av løgunum, sum Zacharias sang á einari av hesum plátunum fyri meira enn 55 árum síðani: Er tað satt tú doyði fyri meg>>>>>>>>>

Sanginnslag>>>>>>>

FYRRA FLØGAN: Nú hava synirnir hjá Zacharias ynskt at minnast pápa sín við eini minnisfløgu, sum er ein tvífløga við sangum, sum Zacharias hevur skrivað, týtt og sungið. Fyrra fløgan eru nýggjar útsetingar av sangum hjá Zachariasi, har fleiri kendir sangarar leggja rødd til, sum t.d. Blátt Gras, Kristina Bærendsen og Heini Lútzen. Tað er Jákup Zachariassen, sonur Zacharias, sum er samskipari av nýggju tvífløguni. Kendi tónleikasmiðurin og skyldmaður hjá Zachariasi, Óli Poulsen, stendur fyri allari ljóðblandingini.

SEINNA FLØGAN: Á seinni fløguni eru 15 sangir, har Zacharias sjálvur framførur. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at á hesi seinnu fløguni er ein Íslendsk framførsla, har Zacharias sang í Íslendskum útvarpi í 1963. Hendan framførslan hevur ikki áður verið givin út alment.

Søgan aftanfyri hesa framførslu er, at “Sangvitnisflokkurin” við Øssuri Berghamar, vitjaði í Reykajvík í 1963 við Peturi Háberg sum ferðaleiðara og Øssuri Berghamar sum kór- og sangleiðara. Zacharias Zachariassen og Ingálvur av Reyni vóru við í ferðalagnum. Ferðalagið sang og talaði á fleiri møtum bæði á Akureyri, Keflavík og í Reykajvík, og tað var í hesum høpinum, at Íslendska Útvarpi bjóðaði sangvitnisflokkinum at framføra sangir í Íslendska útvarpinum, har Zacharias Zachariassen framførdi eina solo á Íslendskum saman við sangvitnisflokkinum. Nú fara vit at hoyra eitt brot úr hesi upptøku, har Zacharias syngur á Íslendskum í Íslendska Útvarpinum í 1963. Lagið eitur: “Innan skams á ljóssins landi...........”

Sanginnslag>>>>>>>>>>

Heitið á tvífløguni er: “TÍTT EITT OG TÍTT ALT,” sum er seinasta skeringin á fyrru fløguni. Hetta var seinasti sangur, sum Zacharias legði úr hondum, og orðini koma fyri í sanginum. Zacharias hevur skrivað ørindi sum eitt kærleiksørindi til konu sína Liss. Hann náddi tó ikki at skriva meira enn tað eina ørindi, tí hava synirnir valt júst hetta fløguheiti: “TÍTT EITT OG TÍTT ALT.” Nú hoyra vit hetta lagið>>>>>>>>>>

Sanginnslag>>>>>>>>>>>

Fløgan kom út mikudagin 06. november við einum upplagið upp á 1.800 fløgur. Kristiliga Tíðindasendingin skilir, at tað longu eru nógv, sum spyrja eftir fløguni. Tvífløgan er væl egnað sum jólagáva, og kanska serliga sum jólagáva til føroyingar uttanlands.

Tú kanst hoyra innslagið í Kristiligu Tíðindasendingini nr.76 á R7.fo og trýsta á SAVNIÐ og síðani Kristiliga Tíðindasendingin