Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Yvirtøkur broyta ikki ES

2013-08-05 22:49

Í sambandi við málið um handilstiltøkini, sum ES ætlar at seta í verk móti Føroyum, hevur tað higartil verið ein styrki fyri okkum føroyingar, at allir flokkar á tingi hava staðið saman. Tí harmar tað meg, og eg má átala, at fleiri politikarar nú royna at fáa partapolitiskan vinning av hesum álvarsmáli.

Vit hoyra røddir sum siga, at stundin er komin at yvirtaka uttanríkismál ella at fara úr danska ríkinum.

Øll vita, at føroyingar eru ikki samdir um ríkisrættarliga spurningin, men vit hava ríkiliga nógvar aðrar møguleikar at kjakast um tað. Júst nú ræður um at standa saman.

<b>Broytir einki</b>

Spurningurin er, hvør fær nakað burturúr einum kjaki av hesum slagnum í løtuni.

- Kunnu vit til dømis rokna við, at ES fer at seta linari tiltøk í verk, um vit yvirtaka uttanríkismál? Nei als ikki.

- Fer ES at fiska minni av sild og makreli? Nei sjálvsagt ikki.

- Fer ES kanska at bjóða okkum at fiska meira av hesum fiskasløgum? Nei.

- Kann roknast við at Danmark fer at hava truplari við at steingja havnir fyri føroyskum skipum? Nei – tvørturímóti.

- Broytir tað danska limaskapi í ES? Nei.

Hvat er so endamálið við útmeldingini júst nú, og hvør fær gagn av slíkum útmeldingum? Eg síggi tveir møguleikar: Tað eru fyri tað fyrsta tey, sum vilja brúka hetta álvarsmálið til at profilera seg sjálvan, og so er tað eisini Maria Damanaki. Hon hevur harðliga brúk fyri, at føroyingar fara í stríð við hvønn annan, heldur enn at standa saman mótvegis ES.

Tí má tað átalast, at hetta máli verður brúkt til partapolitiska profilering. Vit hava yvirtikið fiskivinnupolitikkin, og harvið eisini samráðingarrættin við onnur lond, og tað eru eisini vit, sum í semju hava valt at áseta okkum hægri kvotur av sild og makreli. Tí ber ikki til at renna undan ábyrgdini av tí.

Nú mugu vit standa saman, tí eingin kann vinna eitt uttanlendis- og eitt innanlendis stríð samstundis.

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður