Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Yvirtakið familjumál nú!

2016-04-07 21:59

Sitandi samgonga hevur sett sær fyri at heimtaka málsøkið, persóns-, familju- og arvarætt. Tað er gleðiligt. Men samstundis er tað harmiligt, at hetta fyrst formliga verður gjørt í 2018. Grundgevingin er, at tað tekur tíð. Fyrireikingar skulu gerast og tingingar við donsku stjórnina skulu fáast uppá pláss o.s.fr. Alt hetta er uttanumtos, tí sambært yvirtøkulógini frá 2005 kunnu vit heimtaka persóns-, familju og arvarættin beinanveg, um føroyska stjórnin og Løgtingið ynskir tað.

Málsøkið persóns-, familju- og arvarættur er eitt tað týdningarmesta málsøkið at fáa heimtikið, tí lóggávan røkkur inn í hvørt heim í Føroyum og hevur ávirkan á hvørja føroysku familju.

Sjálvandi skulu føroyingar sjálvir avgera, hvussu familjurættarligu viðurskiftini skulu vera fyri tær føroysku familjurnar og ikki danir. Tíðirnar broytast, men lóggávan á familjurættarliga økinum fylgir ikki við, og alsamt fleiri familjur koma í trupulleikar orsakað av afturútsigldari lóggávu og lógarpraksis. Tað gerst bara meiri greitt fyri hvønn dag, hvussu trupult tað er, at økið er felags. Fyri hvørja lítla lógarbroyting, ið skal gerast, krevst samráðingar við danskar myndugleikar og síðani ríkislógartilmæli, sum skal leggjast fyri tingini bæði. Feskasta dømi um hesa truplu mannagongd er hjúnarbandslógin. Men tað eru ikki bert rættindi og viðurskifti hjá samkyndum, sum ikki eru í lagi.

Foreldramyndugleiki

Í 2008 varð gamla danska foreldramyndugleikalógin sett í gildi við ríkislógartilmæli fyri Føroyar. Hendan lógin avloysti eina aldargamla danska familjulóg frá 1927, sum hevði havt virkað í Føroyum. Um sama mundi broytti danir sína foreldramyndugleikalóg til ta núverandi foreldraábyrgdarlógina. Foreldraábyrgdarlógin tekur í størri mun atlit at, at bæði foreldur hava ábyrgd av barnium, og at barnið hevur rætt til bæði síni foreldur. Foreldraábyrgdarlógin gevur foreldrunum eins skyldur mótvegis barninum. Hetta tekur okkara foreldramyndugleikalóg ikki eins stórt hædd fyri, og tað er serstakliga óheppið fyri barnið. Barnið hevur rætt til bæði síni foreldur, og tí eiga vit at tryggja hesi rættindi hjá børnunum í okkara lóggávu. Tann danska foreldraábyrgdarlógin er tó ikki lýtaleys, og tí skulu vit ikki bara kopiera hesa donsku lógina, men smíða eina føroyska lóggávu, sum er tillagað føroysk viðurskifti, har rættindi hjá barnium eru í hásæti, rætturin til bæði foreldrini. Hetta kunnu vit tíverri ikki so leingi, sum málsøkið er felags.

Ættleiðingarviðurskiftini eru ótolandi

À øðrum økjum síggja vit eisini ótolandi viðurskifti, sum eiga at verða broytt ongantíð ov skjótt. Rættartrygdin hjá føroyskum ættleiðingarforeldrum er als ikki nøktandi. Tey gjalda stórar upphæddar til privat donsk ættleiðingarfeløg, men hava onga vissu fyri, at tey fáa nakað barn afturfyri. Besta dømi um hetta er, at danski ráðharrin í ættleiðingarmálum, Karen Ellemann, herfyri avgjørdi, at Danmark ikki longur ynskir at ættleiða børn úr Etiopien. Grundgevingin er, at Etiopien ikki livir upp til menniskjarættindasáttmálan. Hetta hevur viðført, at einar 7 familjur í Føroyum, ið hava í góðari trúgv og við góðari vón skrivað seg til at ættleiða eitt barn úr Etiopien, eru komin í trupulleikar.

Í 2015 løgdu tey bæði privatu ættleiðingarfeløgini, Danadopt og AC Børnehjælp saman. Endamálið segðist tá at vera, at hetta fór at geva familjunum eina betri tænastu í ættleiðingartilgongdini. Samanleggingin skuldi tryggja góðsku og trygd í allari sakarmálsviðgerð, ið hevur við sjálva ættleiðingina at gera.

Hetta er tíverri ikki tað, sum øll føroysk ættleiðingarforeldur hava upplivað síðani samanleggingina. Fleiri av hesum ættleiðingarforeldrum hava goldið nógvan pening í umsiting og sakarmálsviðgerð, tó uttan at fáa neyðuga kunning og hava fingið eina verri tænastu. At danski ráðharrin nú uttan himpr steðgar allari ættleiðing úr Etiopien hevur viðført, at føroysk ætteiðingarforeldur nú standa eftir við stórari peningaligari rokning og ongum barni. Hetta eisini tí, at fleiri av hesum ættleiðinarforeldrum renna seg inn í lógarásetta aldursmarkið fyri, nær man kann ættleiða.

Vit eiga at skipa hesi viðurskifti eftir sama leisti, sum man eitt nú ger í Ìslandi, har øll standa á sama lista til øll lond. Hetta ger, at tað ikki ávirkar ta einstøku ættleiðingarfamiljuna, um so er, at neyðugt verður at stongja av fyri ættleiðing í einum av londunum. Somuleiðis eiga vit als ikki at lata privat feløg standa fyri so viðbreknum máli. Her má rættartrygdin vera í lagi, og tí eiga ættleiðingarmálini at liggja undir einum stovni undir landsstýrismanninum. Hetta fyri at tryggja rættartrygdina hjá okkara borgarum og at tryggja opinleika og gjøgnumskygni á økinum.

Tað er ikki í lagi, at vit anno 2016 framvegis skulu spyrja danir eftir, hvussu føroyska familjan skal skipa seg. Tí vil eg inniliga heita á landsstýrið um at framskunda hesa týdningarmiklu yvirtøku, soleiðis at føroyingar sjálvir kunnu avgera, hvussu okkara familjumynstur skal vera.

Annika Olsen

Tingkvinna fyri Fólkaflokkin