Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Burðardygt eldraøki

2021-05-31 14:20

Nú er nógv frammi um, at tað skulu fleiri røktarstarvsfólk á eldraøkið, men er tað nokk? Sum allar framskrivingar vísa, koma vit at mangla hendur í eldraøkinum, hóast vit útbúgva fleiri røktarstarvsfólk. Ja tað manglar røktarstarvsfólk, men tað er ein sera smáskygdur máti, at hyggja at eldraøkinum uppá. Burdu vit ikki heldur farið at hugt eftir einum meira burðardyggum eldraøki?

Fyri at fáa eitt burðardygt eldraøki, má ein hugburðsbroyting til, eitt paradigmeskifti, at hugsað verður við einum øðrum vitanargrundarlagi. Kanningar vísa, at øll vilja vit helst búgva heima sum longst og klára okkum sjálvi. Vit vilja heldur enn fegin vera virkin alt lívið, taka hond um og ávirka okkara egna lív, verða sjálvstøðug og hava eitt meiningsfult lív. Vit mugu tí vekk frá at hugsa um eldraøkið uppá tann siðbundna mátan við at hugsa um røkt og umsorgan, til heldur at hugsa rehabilitering, fyribyrging og vælferðartøkni. At vit fara frá at hugsa um passivitet til aktivitet.

Vit skulu til at hugsa gerandisrehabilitering fyrst og fremst, heldur enn røkt og umsorgan, sum tað fyrsta. Gerandisaktivitetirnir og virkin luttøka í samfelaganum hava stóran týdning fyri okkara heilsu og lívskvalitet. Tað er, tá vit gera okkara gerandisaktivitetir, at vit veruliga liva. Vit fylla okkara gerandisdag við teimum aktivitetum, sum geva meining og hava týdning fyri okkum. Tí er umráðandi at okkara eldri borgarar, hava møguleikan at kunna megna so nógvar gerandisaktivitetir, sum gjørligt, so teir hava minni tørv á eitt nú røkt.

Nógvar kommunur hava sett eldrafimleik og fyribyrgjandi venjingar á stovn, so forðast kann fyri, ella tað kann útsetast, at ein fær tørv á hjálp. Hetta er eitt gott átak, men tað er nógvir aðrir mátir at fyribyrgja uppá. Her havi eg hug at nevna almennar tillagingar. Almennar tillagingar merkir, at samfelagið, vørur og tænastur tillagast og rigga (fungera/virka) hóast ymiskan tørv og fortreytir hjá borgarum. Eitt dømi um almennar tillagingar eru, ein meira fjøltáttaður bústaðarmøguleiki til okkara eldri borgarar, sum verða innrættaðar/tillagaðar og staðsettar á ein tílíkan hátt, sum ger tað møguligt hjá teimum eldru borgarum, at framhaldandi at verða virkin.

Vælferðartøkni – hví eru vit so bangin fyri tí? Vælferðartøkni er við til at økja um lívskvalitetin hjá borgaranum og borgarin gerst meira sjálvbjargin, sjálvstøðugur og tryggur. Vælferðartøkni lættir eisini munandi um arbeiðsumhvørvið hjá starvsfólkum, og skapar meira fleksibilitet í arbeiðinum. Tað viðførir størri fakliga útvikling og ressourcir verða leysgivnar til aðrar uppgávur og kann minka um sjúkrafráveru.Starvsfólkini er eisini ein stórur partur av einum burðardyggum eldraøki. Kommununar mugu tí skapa eitt mennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, fyri at starvsfólkini trívast og støðast. Eitt arbeiðsumhvørvi har opinleiki, álit, ábyrgd, ávirkan eru lyklaorð og møguleiki er fyri at menna og eftirútbúgva seg. Har starvsfólkini hava tey arbeiðsamboð teimum tørvar, fyri at kunnu útinna sítt arbeiði nøktandi og hava atgongd til teir upplýsingar teimum tørvar, fyri at geva ta røttu tænastuna.

Tað eru aðrir faktorar, sum kundu verði umrøddir her, eitt nú lóggávan. Hyggja vit eftir eitt nú hjálpartólaøkinum, so kunnu øll uttan tey yvir 67 ár, fáa játtað fyribils hjálpartól eftir vælferðarlógini. Tá arbeitt verður við rehabilitering, er ofta tørvur á fyribils hjálpartólum, til borgarin klárar seg aftur sjálvur.Hvat við útbúgvingarstovninum? Samsvarar tað, sum lært verður á útbúgvingarstovninum, við tað sum verður møtt úti á arbeiðsplásstinum?Tað er nógv at taka fatur í, fyri at fáa eitt meira burðardygt eldraøkið, men hetta kundi verið ein byrjan.

Vigdis Nolsøe

Forkvinna Ergoterapeutfelagi