Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Mynd: Jens Kr. Vang, portal.fo

Yvirlýsing

Borgarafundur í Kaldbak átalar framferðina hjá Tórshavnar Kommunu í sambandi við ætlanina at leggja eitt sera stórt vinnuøki á Sundi og langt út á Kaldbaksfjørð.

Borgarafundurin átalar, at Tórshavnar býráð ikki heldur kommunustýrisskipanina fyri Tórshavnar kommunu, samanleggingarsáttmálan millum kommunurnar, og kunngerðina ”Um samanlegging av Kaldbaks kommunu og Tórshavnar kommunu”, nr. 67, frá 12. Oktober 1976.

Í kommunustýrisskipanini fyri Tórshavnar kommunu verður sagt: ”Kaldbaksnevndin vegleiðir, og ger tilmæli til býráðið í málum, ið hava við spurningar í Kaldbak at gera”.

Tórshavnar kommuna legði ikki uppskotið at leggja eitt vinnuøki á Sundi fyri Kaldbaksnevndina í 2016. Nevndin fekk tí ikki høvi at umrøða og gera tilmæli í hesum máli, sum beinleiðis rakar Sund og Kaldbak, tí fjørðurin er bara 800 metrar breiður.

Borgarafundur átalar hetta brotið á rættarstøðuna hjá gomlu Kaldbaks kommunu.

Nærum øll fólk í Kaldbak mótmæltu ætlanini at leggja eitt vinnuøki á Sundi í januar 2017.

Borgarafundurin átalar, at Tórshavnar býráð skjúgvaði til viks ynskið og mótmælið hjá allari bygdini.

Borgarafundurin harmast um, at Tórshavnar býráð ikki so frægt sum setti seg í samband við Kaldbaksnevndina, ella fólkið í Kaldbak, tá nær um øll bygdin vendi sær móti hesum sera stóra náttúruinntrivi við Kaldbaksfjørð.

Borgarafundurin í Kaldbak heitir við hesi yvirlýsing á Tórshavnar býráð um at taka alt málið um ætlaða vinnuøkið uppaftur, og fylgja ásetingunum fyri Kaldbaksnevndina, samanleggingarsáttmálan og kunngerðina um samanleggingina.

Í Kaldbak, tann 12. juni 2017

Finnbjørn Simonsen
Fundarstjóri