Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Yvirlýsing: Stjórin í Almannaverkinum er farin langt út um mark

Akademikarafelag Føroya, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Yrkisfelagið Miðnám átala framferðina hjá Edvardi Heen, stjóra í Almannaverkinum. Hetta tí stjórin í Almannaverkinum í miðlunum hevur borið fram, at Almannaverkið umhugsar at revsa starvsfólk, sum liður í verkfallinum hjá Pedagogfelagnum, hava niðurlagt arbeiðið.

Slíkar hóttanir kunnu als ikki góðtakast, og eru eitt ódámligt álop á alla fakfelagsrørsluna. Rætturin at skipa seg í fakfelag er tryggjaður í Grundlógini, og Fasti Gerðarrætturin hevur staðfest, at verkfallið hjá Pedagogfelagnum er heimilað.

Feløgini vilja í hesum sambandi heita á landsstýriskvinnuna í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, um at taka neyðug stig til tess at tryggja at slíkar hóttanir verða átalaðar og tiknar aftur.

Akademikarafelag Føroya,
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
og Yrkisfelagið Miðnám