Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Yvirlýsing - leiðslubygnaðurin í sjúkrahúsverkinum eigur at dagførast

Føroyska sjúkrahúsverkið er mannað av fleiri fakbólkum, men í dag situr ein minniluti við, mest sum, øllum avgerðarvaldinum á heilsufakliga virkseminum.

Tíðin er komin at hyggja at leiðslubygnaðinum í sjúkrahúsverkinum við eini dagføring fyri eyga.

Okkara áhugamál eru:

  • Heilsufaklig menning til gagns fyri allar føroyingar
  • Best møgulig útgreining, viðgerð og uppfylging til borgararnar
  • Betri trivnaður ímillum starvsfólk

Fyri at hetta skal kunna vera framt í verki, skal fjølbroytnið í heilsufakligum virksemi vera endurspeglað í skipan og leiðslu. Stjórnin er mannað av stjóra við samfelagsvísindarligari bakgrund, einum serlækna og einum sjúkrarøktarfrøðingi, og flestu depilsleiðslurnar eru mannaðar við einum serlækna í parttíð umframt einum fulltíðarsettum sjúkrarøktarfrøðingi.

Hetta er ein alt ov smøl, faklig samanseting, sum als ikki umboðar tann breiða fakliga førleikan, sum er til taks í Føroyska heilsuverkinum í dag.

Depilsleiðslurnar mugu vera fakliga fjølbroyttar, so tær endurspegla starvsfólkahópin. Hetta er alneyðugt fyri at sjúklingar, sum koma í samband við sjúkrahúsverkið, fáa eina nóg góða útgreining, viðgerð og uppfylging. Verandi leiðsluskipan við smalari heilsufakligari umboðan, elvir til eina lægri góðsku enn neyðugt, fakliga ørkymlan og mistrivna millum starvsfólkini. Við at fakliga fjølbroytnið eisini er umboðað í leiðsluhøpi, fáa allir føroyingar gagn av teimum kjarnuførleikunum, teir ymsu fakbólkarnir í sjúkrahúsverkinum hava.

Í strategimálunum fyri LS stendur, at:

  • Tvørsektorsamstarvið og umskiftið skal áhaldandi betrast við atliti til trygd og dygd
  • Nøgdsemi skal m.a. tryggjast við, at førleikarnir hjá starvsfólkunum verða virdir og gagnnýttir
  • Starvsfólk eru við, tá nýhugsan og broytingartilgongdir verða gjørdar
  • Gott samskifti skal stuðla undir gott samstarv innanhýsis á stovninum og millum Landssjúkrahúsið og aðrar samstarvsstovnar

Við samstarvsráðum, trygdarbólkum og trygdarnevnd, sum longu eru á LS, áttu nevndu mál at verið tryggjað við, at allir fakbólkar soleiðis vórðu við og vórðu hoyrdir í øllum týðandi avgerðum, men fleiri fakbólkar í sjúkrahúsverkinum uppliva tíverri ikki at fáa nóg stóran ans í dagliga arbeiðinum.

Okkum tørvar eitt uttanhýsisráð fyri heilsustarvsfólk, sum t.d. er knýtt at Heilsu- og innlendismálaráðnum, sum tryggjar, at mest átrokandi ósemjurnar millum fakbólkar innan heilsuverkið fáa eitt fakliga dygdargott, uttanhýsis forum kring neyðuga próvførslu og samráðing, áðrenn fakligar avgerðir verða tiknar ella fakligar semjur verða gjørdar.

Vit vilja hava leiðsluna og viðkomandi partar at byrja eitt miðvíst arbeiði fyri at bøta um hesi viðurskifti. Ein øðrvísi leiðslubygnaður og jaligt samstarv við allar fakbólkar á LS eru neyðug, um vit skulu tryggja vitunarbýti og trivna millum starvsfólkini. Harvið tryggja vit, at sum mest fæst burtur úr dygdini í sjúklingagongdini, øllum borgarum í Føroyum at frama.

Heilsurøktarafelagið
Ljósmøðrafelag Føroya
Kost- og føðslufelag Føroya
Fysoterapeutfelag Føroya
Musikterapeutar
Bioanalytikarafelagið
Sosialráðgevarafelag Føroya
Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar
Ergoterapeutfelagið
Radiografar í Føroyum